Hví vil LS av við Kristjan Skúla?

- Tað er undranarvert, at Landssjúkrahúsið í fleiri førum hevur roynt at sleppa sær av við Kristjan Skúla Ásgeirsson, heldur Bjarni Hammer.

- Landssjúkrahúsið (LS) hevur í fleiri førum roynt at enda samstarvið við íslendska bróstkrabbaserfrøðingin, Kristjan Skúla Ásgeirsson. Samstarvið hevur tó verið longt, eftir at sjúkligar og avvarðandi hava mótmælt við at savna hundraðtals undirskriftir. Hetta sigur ikki sørt um tað nøgdsemið, sum hevur verið og er við ta viðgerð, sum Kristjan Skúli hevur staðið fyri.

 

Tað sigur Bjarni Hammer, løgtingslimur, sum í lesarabrævi í kvøld blandar seg í kjakið um, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur gjørt av at enda samstarvið við Kristjan Skúla Ásgeirsson. Løgtingslimurin vísir á, at tað eru óteljandi positivar frásagnir um arbeiðslagið og nærlagnið, sum hesin serlæknin leggur fyri dagin.

 

- Føroyskir bróstkrabbasjúklingar hava eisini verið serliga glaðir fyri íslendska serlæknan, tí umframt at vera serkønur í bróstkrabbaskurðviðgerð, er hann eisini plastikkskurðlækni.

 

Ætlanin hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum er nú at ganga aðra leið, men í hesum sambandi hevur løgtingslimurin fleiri spurningar.

 

- Ynskja verandi bróstkrabbasjúklingar aðra viðgerð? Er nøkur nøgdsemiskanning gjørd av viðgerðunum og upplivingunum, sum sjúklingar hava havt undir sjúkugongdini? Og hava sjúklingar, sum longu eru í viðgerð hjá Kristjani Skúla Ásgeirssyni fingið neyðugu kunningina um, hvussu teirra støða verður eftir 1. januar 2019?

 

Bjarni Hammer sigur, at hann kundi hugsað sær at vitað svarini til hesar spurningar.

 

Løgtingslimurin vísir á, at avtala er gjørd við alment sjúkrahús í Aalborg, og Landssjúkrahúsið metir hesa loysn vera betur enn verandi.

 

- Tað verður tó ikki útgreinað, hvønn nýggja loysnin er betri fyri - um hon er betri fyri LS, fyri sjúklingin, ella um hon er betri fyri øll? Kundu vit ikki heldur bjóðað sjúklingunum valmøguleikan millum báðar viðgerðirnar, ta í Íslandi og ta í Aalborg?

 

Bjarni Hammer heldur, at tað verður trupult at veita bróstkrabbasjúklingunum í Føroyum eina betri loysn enn hana, sum Kristjan Skúli Ásgeirsson saman við Landssjukrahúsinum hevur verið garantur fyri.

 

- Tað er undranarvert, at Landssjúkrahúsið í fleiri førum hevur roynt at sleppa sær av við Kristjan Skúla Ásgeirsson. Tað er eisini undrunarvert, at so nógv orka verður brúkt upp á at broyta nakað, sum riggar væl - í staðin fyri at brúka orkuna upp á tey øki, sum ikki rigga so væl á Landssjúkrahúsinum, heldur løgtingslimurin.