Góðu veljarar í Havnar kommunu
Ikki var tað sørt, at ein kendi seg eitt sindur fremmandan millum øll tey mongu, sum stilla upp til býráðsvalið í dag. Nógv kend andlit og fólk við drúgvum politiskum royndum. Hvat skal so ein heilt vanlig havnarkonu gera millum øll hesi? Men ein vilji og ein brennandi áhugi fyri serliga ávísum økjum í kommununi gjørdu, at eg tók av, og nú bjóði meg fram.
Hóast politisku royndirnar enn mangla, so havi eg lívsroyndir. Sum mamma at fimm børnum og sum útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, sum dagliga starvast innan eldrøkið, so havi eg eitt breitt grundarlag at standa á. Og á hesum grundarlagi byggi eg eisini mín politikk. Og ongantíð var tað nakar ivi í mínari sál um, at Javnaðarflokkurin er flokkurin, sum so ríkiliga umboðar øll míni ynski fyri tí góða samfelagnum. Eitt samfelag, har øll skulu trívast og hava eitt virðiligt lív.
Míni hjartamál eru serliga umstøðurnar innan eldraøkið og umstøðurnar innan dagstovnaøkið. Vit skulu hava meira lívsgóðsku til tey eldru, og tað kann bert gerast við, at vit politiskt raðfesta økið nógv hægri, enn vit gera í dag. Vit mugu og skulu hækka normeringarnar, so vit starvsfólk fáa tíð til at geva teimum eldru annað enn neyðturvuligu røktina. Tey skulu so sanniliga eisini merkja, at lívið er annað enn røkt.
Normeringarnar innan dagstovnaøkið er eisini ov teprar, tí starvsfólkini hava snøgt sagt ikki tíð til at stimbra og stuðla børnunum so nógv, sum ynskiligt er. Tí skal hetta økið eisini hava eina rødd í býráðnum.
So góði veljari – leitar tú eftir einari rødd, sum veruliga brennir fyri úrslitum innan eldraøkið og innan dagstovnaøkið, ja, so hevur tú nú funnið hana. Hesin eldhugi mín fyri hesum hjartamálum ger, at eg nú stígi fram millum øll hesi royndu. Eg veit, at eg kann gera ein mun.
Eg ivist ikki í, at býráðið verður eitt betri býráð, um eisini ein vanlig havnarkona verður vald.
Gott val.
Birita Baldvinsdóttir Iversen
valevni á Lista C