Hvítvasking av peningi kemur nú við í revsilógina

Revsilógin er nú føroyskað og tillagað til føroysk viðurskifti. Broytingarnar hava millum annað við sær, at nýggj áseting um at hvítvaska pening verður sett inn í revsilógina, og at persónar í almennum starvi verða betri vardir móti harðskapi og hóttanum.

 

Umleið helmingurin av revsilógini er nú føroyskað. Samstundis eru neyðugar dagføringar og tillagingar til føroysk viðurskiftini eisini gjørdar, skrivar Løgmansskrivstovan.

Fyrr í vikuni samtykti eitt einmælt Løgting at broyta kapittul 14 -19 í revsilógini.

Hesir kapitlar fevna um hesi brotsverk:

Kapittul 14: Brotsverk ímóti almennum myndugleikum o.a. 
Kapittul 15: Brotsverk ímóti landaskili og friði.
Kapittul 16: Brotsverk í tænastu ella starvi hjá tí almenna o.a. 
Kapittul 17: Følsk frágreiðing og følsk ákæra. 
Kapittul 18: Brotsverk viðvíkjandi gjaldsmiðlum. 
Kapittul 19: Skjalafalsan.

Eisini er ásett, at tá ið revsing skal ásetast fyri at geva almennum myndugleika ósannar upplýsingar, við tilætlan um, at ein ósekur harvið verður skuldsettur ella dømdur, skal dentur leggjast á hesi viðurskifti:

  • hvat sermerkir tey revsiverdu viðurskiftini, sum skeivu upplýsingarnar snúgva seg um
  • á umstøðurnar, tá ið upplýsingarnir vórðu givnir
  • og á ta eyðmýking, sum er knýtt at tí at lata upplýsingarnar.


Aðrar høvuðsbroytingar eru hesar:

  • Ásetingin um revsing fyri at sleppa sær undan hertænastu verður strikað.
  • Ásetingin um píning verður víðkað til eisini at fevna um persónar, sum bera brek.
  • Ein nýggj áseting um at hvítvaska pening verður sett inn í revsilógina.

Arbeiðið at týða og dagføra revsilógina er gjørt í samstarvi við Málráðið, sum hevur vegleitt í sambandi við málsligum ivamálum, og Revsirættarliga Ráðið, sum í høvuðsheitum hevur viðgjørt løgfrøðiliga innihaldið.

Arbeiðið at føroyska og dagføra alla revsilógina verður væntandi liðugt í 2021/22, skrivar Løgmansskrivstovan.