Á føðingardegi hjá franska tónaskalddinum, Gabriel Urbain Fauré, fer kórið Sólarmagn at framføra verk hansara á konsert í Hoyvíkar Kirkju annan hvítusunnudag Høvuðsverkið á konsertini er »Messe Basse« hjá Fauré, sum kórið framførir saman við urguleikaranum Oddvør Johansen. Solistur er eitt av okkara sprettandi sangtalentum, Arnóra Bech Petersen, sum hevur fingið frálæru í sangi hjá Susanne Brattaberg. Arnóra framførir eisini sálmin »Auf, auf mein Hertz mit Freuden« hjá týska barokktónaskaldinum Paul Gerhardt.
Tað tók sína tíð hjá Fauré at vinna viðurkenning og hann var av hesum áðum ofta tungur í huga, ein sinnisstøða hann sjálvur nevndi »Spleen« við atliti til Baudelaire. Í ævisøgu, sum Jean-Michel Nectoux skrivaði um tónaskaldið, verður Fauré samanborin við teir modernaðu yrkjararnar, hvørs endamál sambært Nectoux er tað sama; at úttrykkja tær størstu kenslurnar á einfaldasta hátt fyri at náa »kenslunar nakna kjøti«.
Verkini hjá Fauré hava sum heild eina hugtakandi melodiska styrki og hetta er eisini galdandi fyri vakra verkið Messe Basse, sum er ein styttri messa, ið tekur á leið tíggju minuttir at framføra. Umframt Messe Basse framførir kórið tveir føroyskar sálmar, sum ávikavíst Carl Nielsen og Knút Olsen hava gjørt lag til. Kórið Sólarmagn hevur undir leiðslu Fróða Sandoy virkað síðan 2000 og hevur m.a. havt svenskan vísusang og føroyskan kórtónleik á skránni. Hetta er fyrstu ferð kórið roynir seg við einum verki sum Messe Basse, sum er ein sera spennandi avbjóðing hjá bæði kóri og kórleiðara.
Konsertin, sum fer at vara umleið ein hálvan tíma, verður mánadagin 12. mai klokkan 17.00.