Hvítusunna við teim hvítu klæðunum

Høgtíð til minnis um, at Heilagi andin kom yvir ápostlarnar (Ápostlasøgan 2, 1-13),

Navnið hvítusunna kemur av, at í fornkirkjuni var hetta dópstíðin fram um aðrar, og av teimum hvítu klæðunum, tey, sum doypt vórðu, vóru í.

Navnið “hvítusunna” vinnur sær rætt í gomlu ensku kirkjuni, og haðani kemur tað til Noregs, Íslands og Føroyar. Men tað navnið, sum annars vann fram í flestu europeisku londunum var orðið, sum til dømis á donskum er “pinse”. Og tað kemur av grikska orðinum “pentekoste”, ið merkir 50. dagurin eftir páskir.

Høgtíðin, sum ápostlarnir komu saman á, var annars gomul jødisk takkarveitsla fyri hveitiskurðin. Men í kristnu kirkjuni fær høgtíðin so ein annan dám og týdning.

Tað er annars ikki so langt síðani, at tú í Føroyum kundi hoyra fólk ynskja “gleðiliga pinsafest”, men tað man ikki hoyrast longur.

Føroyska navnið á høgtíðini hevur so altíð verið hvítusunna.

(Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum eftir Axel Tórgarð)