Hví svarar 112 ikki. Objektið og subjektið

Páll Poulsen


Um ein skipan skal bera samfelagið á eitt hægri stig, er neyðugt at struktururin í skipanini ber vitanina fram, tí annars riggar skipanin ikki. Hetta krevur at persónarnir í skipanini læra at teir ikki seta seg sjálvar og persónlig áhugamál framum sjálvt endamálið, tað er at menna skipanina.
Orsøkin til at heilsuverkið í Fraklandi er á hægsta stigi, er tí fraklendingar hava loyst teir strukturellu trupulleikarnar. Har ber ikki til at siga:"Vit lata handan doyggja", ella "hasin fær einki, tí tað er hann." Øll kenna søguna um "løgfrøðingin" hjá landsstýr-inum, sum helt at hann ikki skuldi svara í rættinum, tá ið dómarin bað hann svara. Einaferð með alla vísti hann danska dómaranum at fyrisitingin í áttatiárunum var fyriskipað av fullkomi-liga hugblástum fólki.
Ídag hava teir "gloymt" tað og sirkussið frá áttatiárunum fær frið at koma fyri seg, tað kallast bara okkurt annað.
Tað er farið inn í blóðið, sær tú um patienturin doyr, so fær hann tað ongantíð at vita. Men eingin fær meg at trúgva at tað er rætt.
Fólk duga ikki at skilja ímillum objektið, tað tey gera, og subjektið, tað tey skulu viðgera. Tí tað eru "VIT", hendir einki, tí subjektið er minst líka vitstolið sum "VIT."
Subjektið verður sent í deyðan, tí skipanin er objektivt defekt. Sigur tú tað við tey, riggar 112 ikki.
Jamen sær tú, um tann ið ringir 112 doyr, so ger tað einki. Vit eru í Føroyum!
Eitt danskt høvd helt at danir áttu at fingið aðra karakterskipan. Heldur enn 13 skalain, eina 10 tals skipan, sum gongur niður á minus 3. Kanska áttu føroyingar at fingið sær Fahrenheit, heldur enn Celsius stig, 18 hitastig verða til 64. Tað er gott fyri ferðavinnuna og tá tað er lýtt, fara eggini helst eisini at speila seg sjálvi.
Og um veturin fáa vit fleiri kuldastig enn Grønland.