Hví skulu vit hava kommunur?

Háaktuelt í hesum døgum er kjakið um kommunusamanlegging. Kjakast verður dúgliga um vit skulu hava 5, 7 ella 9 kommunur í Føroyum.

Tosað verður um, at kommunurnar skulu vera sterkar, so at málsøki, sum í dag verða umsitin av landsstýrinum, kunnu leggjast út til kommunurnar at umsita.
Men hví skulu vit yvirhøvur hava kommunur?
Svarið veldst um, í hvørjum høpi kommunurnar vera sæddar. Til ber at tosa um tvinnar fatanir.
Aðra fatanina kunnu vit nevna valdsbýtisfatanina. Tað er henda, sum er ráðandi í dag. Sambært hesi fatan er valdið í samfelagnum miðsavnað í einum valdsdepli, sum er settur saman av løgtingi og landsstýri. Allar avgerðir víðvíkjandi skipanini av samfelagnum, skulu - sambært valdsbýtisfatanini - hava sín uppruna í valdsdeplinum. Tó ikki so, at valdsdepilin nýtist at taka allar ítøkiligar avgerðir. Valdsdepilin kann velja at »læna« stovnum, sum ikki hoyra til depilin vald til at taka ávísar avgerðir. Sambært valdsbýtisfatanini eru kommunurnar slíkir stovnar.
Sambært valdsbýtisfatanini eru kommunurnar stovnar, sum hava til endamáls at ganga valdsdeplinum til handa í nærumhvørvinum. Av einihvørjari orsøk, sum krógvar seg í søguliga táminum, sum liggur yvir umskiftinum frá feudalari harramansmentan til konstitutionelt demokrati, er tað avgjørt, at kommunustýrir skulu vera fólkavald.
Við støði í valdsbýtisfatanini er tað trupult at skilja, hví kommunustýrir ikki eru tilnevnd av valdsdeplinum. Men kanska hevur hetta okkurt við legitimitet at gera. Legitimitetin hjá valdsdeplinum væl at merkja. Tá eitt kommunustýrið tekur vánaligar avgerðir, so er tað veljarin, sum hevur ein trupulleika, og ikki valdsdepilin. Hetta, hóast kommunurnar - í fullum samsvari við valdsbýtisfatanina - bert hava møguleikar fyri at taka avgerðir innan fyri neyvar karmar, ásettir at valdsdeplinum. Hetta er neyvt tað sama, sum embætisfólkini í valdsdeplinum gera. Møguleikarnir hjá kommunustýrum, undir verandi skipan, at taka politiskar avgerðir, eru sera, sera smáir. Og sambært valdsbýtisfatanini er hetta akkurát sum tað skal vera.
Hina fatanina kunnu vit nevna samskipanarfatanina. Sambært hesi fatan liggur valdið í samfelagnum ikki á einum miðsavnaðum stað, men harafturímóti hjá tí einstaka. Sambært samskipanarfatanini skulu løgligar fyriskipanir hava til endamáls partvíst at tryggja rættin hjá tí einstaka til at taka egnar avgerðir um egna tilveru, og partvíst at skapa góðar og mennandi karmar um samvirkan ímillum einstøku borgararnar.
Ein høvuðsmunur ímillum valdsbýtisfatanina og samskipanarfatanina er, hvør myndugleiki verður sæddur at hava evsta rætt. Sambært valdsbýtisfatanini er tað valdsdepilin, sum hevur evsta rætt. Sambært samskipanarfatanini er tað tann einstaki borgarin, sum hevur evsta rætt. So meðan valdsbýtisfatanin sær kommunurnar, sum verandi amboð hjá valdsdeplinum, sær samskipanarfatanin kommunurnar, sum verðandi fyrsta fyrsta lið í fólksligu valdssamskipanini (hetta verður eisini nevnt »subsidiaritetsprinsippið«).
Logiska avleiðingin av valdsbýtisfatanini í Føroyum átti at verið at avtikið kommunurnar og ístaðin lagt alt avgerðarvirksemi beinleiðis undir valdsdepilin. Samfelagið er so lítið, og samskiftismøguleikarnir so góðir, at neyðugt er ikki longur við fólkavaldum »harramonnum« runt um landið. Kommunurnar eru ein fullkomiliga óneyðug útreiðsla fyri samfelagið, og eru haruframt ein óneyðugur og forstýrandi liður, í valdsútinnanini.
Logiska avleiðingin av samskipanarfatanini er ein heilt onnur. Sambært henni skulu kommunurnar hava nógv størri sjálvstøðugt vald til at taka avgerðir í nærumhvørvinum. Tær skulu ikki verða tengdar at hvørjari aðrari, tí tær hava sum so einki við hvørja aðra at gera. Einstaka kommunan gerst eitt fólkastýrt samfelag í samfelagnum. Eyðsæð er tørvur á ávísari samskipan borgarana millum á einum hægri plani enn tí lokala. Tann samskipanin skal fara fram í løgtinginum. Sambært samskipanarfatanini merkir hetta tó ikki, at løgtingið er oman fyri kommunustýrini, men hinvegin at talan er um tveir ymiskar myndugleikar við ymiskum uppgávum. Logiska avleiðingin av samskipanarfatanini er sostatt, at kommunurnar fáa frið at skipa síni viðurskifti samsvarandi viljanum hjá borgarunum í einstøku kommununi.