Hví skulu lesandi venda heimaftur?

Vit skulu fáa útisetarnar heimaftur.

Soleiðis hevur ljóðað upp í saman, síðani valstríðið byrjaði. Allir flokkar eru rungandi samdir um, at tað hevur alstóran týdning at fáa lesandi føroyingar aftur til Føroya eftir loknan lestur. Meðan tað ikki skortar við føgrum orðum, so er ómetaliga langt frá orðum til gerð.

Føroyingafelagið í Århus er samansett av fólki, sum sjálvboðin hava tikið stig og seta tíð av til at arbeiða við føroyskari mentan. Tíverri er tað ómetaliga tungt at fáa felagið at mala runt. Politiski myndugleikin í Føroyum er ikki áhugaður at stuðla hesum felagsarbeiði, sum allir hálova. Einasta orsøkin til, at felagið ber seg, er, at Århus kommune stuðlar virksemi felagsins, og limir felagsins taka stór tøk fyri at fáa pening til vega. Hesin fæst oftast frá barrvirksemi og limagjaldi, sum alt kroystir pengar frá hart kroystum lesandi.

 

Arbeiðið hjá føroyingafelagnum í Århus gagnar so at siga bara føroyska samfelagnum. Komandi vitanarsamfelagið eigur eina ríka tilfeingiskeldu í Århus. Men eingin tilfeingisrenta skal rindast. Tað skal bara ein evarska lítil upphædd, mált í mun til ágóðan.

Um lærd fólk skulu venda aftur til Føroya, so er neyðugt at røkka teimum, meðan tey enn eru lesandi. Tey lærdu hava heimin sum teirra arbeiðspláss, og tað skortar ikki við tilboðum. Hví skulu tey lata nakað til Føroya, tá eingin áhugi verður vístir teimum? Hví skulu tey venda heimaftur?

 

Tískil er tað einfalt. Lættasti og bíligasti mátin at fáa føroysk lesandi aftur til Føroya, er at stuðla teimum, sum longu vísa føroyska samfelagnum og mentanini áhuga.

 

Hjá okkum lesandi er svarið sera einfalt.