Í komandi mánaði verður ráðstevna í Norðurlandahúsinum, har aðalskrivarin fyri svenska útilívsfelagsskapin, næstformaðurin fyri føroyska hagafelagið, Magnus Gaard og Jóan Pauli Helgason, menningarleiðari hjá Visit Faroe Islands fara at umrøða avbjóðingarnar viðvíkjandi hvørsmansrætti.
Tað er Javnaðarflokkurin á Fólkatingið, sum hevur tikið stig til tiltakið, og víst verður á tvístøðuna við, at ferðavinnan leggur upp til at fáa fleiri ferðafólk, meðan smáplássini í Føroyum verða ovfólkað av ferðafólkastreymunum, og hagin niðurtraðkaður, uttan at bøndurnir fáa stórvegis peningasamsýning at gera ábøtur.
Av tí sama, eru fólk av sínum eintingum nú farin at taka gjald frá vitjandi á nøkrum av best umtóktu plássunum í Føroyum. Hesum hava gongufólkini sett seg í móti, og finna tey seg ikki í, at skula rinda fyri at njóta náttúruna í egnum landi.
- Í fleiri grannalondum – m.a. í Svøríki – hava tey sonevndan hvørsmansrætt. T.e. rætturin at njóta náttúruna, um ein ikki er øðrum til ampa. Men hvat inniber hetta í praksis? Og hvørjar avmarkingar eru?, setur Javnaðarflokkurin á Fólkatingið fram sum temaspurningar á ráðstevnuni 14. August.