Tað er heilt ófatuligt, at nakar, sum vil móðurlandi okkara væl, kann fáa seg til at bera seg soleiðis at.
Sjálvandi hava vit øll okkara vinir millum danir, og kundu vit hugsað okkum at hjálpt teimum.
Tá ið eg fór at lesa við universitetið í Århus vóru vit 12 sum byrjaðu. Á jólum vóru vit bert 5. Ein av hesum varð landsformaður í socialdemokratiska landsfelagsskapinum hjá studentum, til hann kom at klandrast við ein annan, sum vildi sleppa sær fram í sama flokki. Hesin fekk tó ikki nóg mikið burtur úr har, og er nú limur í europatinginum fyri danska fólkaflokkin (Mogens Camre). Ein annar av mínum feløgum var vinstrimaður, og gjørdist fólkatingsmaður og europatingmaður fyri henda flokk. Ein annar gjørdist konservativur fólkatingsmaður. Ein annar av vinum mínum, sum byrjaði at lesa tvey ár seinni, kom skjótt í fólkatingið sum javnaðarmaður og situr nú sum ráðharri (Sven Auken).
Í 1971 var eg í Viborg fyri at fáa víðariútbúgving. Har var eg lærari hjá nøkrum fáum næmingunum. Nøkur ár eftir hoyrdi eg, at ein av hesum var vorðin ráðharri í stjórini hjá Schlüter. Einaferð hann var her í Føroyum spurdi hann eftir mær, og nú hoyri eg, at hann er formaður í vinstra, og sigst at hann verður forsætisráðharri ? treytað av at veljarakanningarnar halda, og tað er jú ikki vist.
Men skal eg fara at geva føroysku fólkatingveljarunum ráð um, hvønn part ið rætt er at fara upp í í donskum politikki, alt eftir tí mær dámar ávísar persónar?
Tað hevði jú verið fullkomuliga ábyrgdarleyst.
Tá eg las, kundu vinmenn mínir ongantíð skilja, at eg ikki vildi koma upp í nakran av teirra flokkum. Eg segði við teir, at eg skilti væl at danir høvdu ymsar flokkar, men í mun til okkum vóru teir allir eins, tí allir vildu teir hava ræðið á okkum, og tað dámdi okkum ikki. Tí kundu vit vera persónligir vinir uttan mun til hvønn flokk teir virkaðu í, men politiskt var eg sum føroyingum uttanveltaður í teirra stríði.
Hetta er rætta støðan hjá føroysku fólkatingsumboðunum í dag. Vit kunnu hava persónligt vinalag við danskar politikarar, men tá tað kemur til at avgera, hvør av hesum skulu fáa valdið, so er tað bert undir okkara treytum, og fremsta treytin er, at vit sjálvi skulu fáa rætt til at taka avgerð um okkara lagnu.
Higartil havi eg so einki sæð til, at nakar av teimum donsku flokkunum vil ganga við til hetta, og so leingi ber ikki til at taka nakran av teimum fram um nakran annan. Nakað annað hevði verið samstarv við hitt føroyska og tey bæði grønlendsku fólkatingsumboðini, um so er, at tey eisini seta okkara áhugamál fram um tey hjá donskum flokkum.