Hesir 3 umrøddu flokkar hava verið púra samdir um í uppá skift, at hava leiðsluna Tað er sjón fyri søgn - her er einki eftir, bygdin er næstan eigasør fyri initiativ, vinnulívið er niðurslitið og alt alment virksemi er flutt úr bygdini. Her hevur verið nokk av øllum, man hevur bara staðið og hugt at, meðan tann eini stovnurin fyri og annar eftir eru fluttir út um eingagarðarnar, ikki tí vágbingar hava sagtans givið býráðspolitikkarum álit, men her hevur bara verið afturgongd, og tað i ólukkumáta. Her er lítið at vísa á – eitt stórt fallitbúgv – ein tóm bygd fyri alt. Her hava sagtans verið vinnulívsmenn, undangongumenn, sum hava bygt upp, men hava menn vart teir og løgga teir ?
Um teir fáu vinnulívsneistar, ið enn eru eftir ikki skulu slókna, má nýggj leiðsla koma til í býráðnum, taka um endan og seta nýggja kós. Skulu vit hava nakran møguleika fyri at kunna arbeiða okkum uppundan aftur og fáa bygdina aftur á føtur, má býráðið umskipast.
U.S.A. hevur í dag valt nýggjan forseta, hann skal venda gongdini har og fáa broyting í. Í stóra Amerika er bara neyðugt við tí eina persóninum, so tað má væl eisini vera nokk her í Vági. Vit hava bert brúk fyri tí eina prsóninum – men tí rætta persóninum, sum leiðara í býráðnum – fyri at fáa vent afturgongdini til framgongd. Hendan persónin finna vit millum valevnini á Uttanflokkalistanum. Har eru góð vinnulívsfólk, góðir kvinnuligir vinnulívsstjórar, sum í roynd og verki roynast væl. Tað er gjøgnum vinnulívið vit skulu menna bygdina aftur og tað er á Uttanflokkalistanum vit finna tey røttu valevnini, ið kunnu fremja hetta. Á Uttanflokkalistanum finnast fleiri stjórar, undangongufólk, sum í dag stýra vinnulívinum í 100 milliónaklassanum, hvør í sínum lagi. Vit finna hesar stjórar millum uttanflokkavalevnini úti á Nesi, mitt í Vági og vesturi í Bø.
Veljarar vísi okkum álit. Tað skal sum sagt í U.S.A. bara ein undangongumaður til, fyri ikki at siga ein undangongukvinna, fyri at ganga á odda.
Haldi ikki so hánt um Uttanflokkalistan, okkara lítla Benjamin, kundi verði at hann royndist tykkum betri enn tit halda.
Veljið Uttanflokkalistan, veljið harvið framgongd fyri Vág.
www.uttanflokkalistin.dk
Fríðgerð Midjord, sjúkrarøktarfrøðingur,
valevni á Uttanflokkalistanum í Vági