Norðmenn vóru í tveimum at kalla líka stórum bólkum, tá teir í gjár skuldu manna Stórtingið av nýggjum, og undan valinum spáddu eygleiðararnir tí, at hetta valið fór at verða kanska tað mest spennandi nakrantíð.
Tann seinasta veljarakanningin gav annars andstøðuni, Arbeiðaraflokkinum, Sosialistiska Vinstraflokkinum og Miðflokkinum, 88 tinglimir, meðan teir tríggir stjórnarflokkarnir, Høgri, Kristiligi Fólkaflokkurin og Vinstri, stóðu til at fáa 81 tinglimir saman við Framburðsflokkinum, sum hevur tryggjað tí borgarliga vonginum meiriluta.
Men valkøn vístu á, at munurin í tingmannatalinum segði ikki allan sannleikan, og tá fyrivarni varð tikið fyri tí vanliga ivanum í veljarakanningum, stóð tað í veruleikanum á jøvnum ímillum teir báðar partarnar.
Vælferð
Vælferðin var høvuðsevnið í norska valstríðnum hesaferð. Ein skuldi kanska hildið, at norskir politikarar hava ikki so nógv at tosa um, tá tað snýr seg um vælferð, tí OECD hevur júst enn eina ferð kosið Noreg sum heimsins besta land at liva í.
Men medaljan hevur sum kunnugt altíð eina baksíðu, og hagtølini vísa, at munurin ímillum rík og fátæk í Noregi veksur støðugt. Harafturat vísa tølini, at meðan alt fleiri norðmenn gerast múgvandi og enntá sera múgvandi, veksur á teimum fátæku eisini. Samstundis hevur ein fjølmiðlasøga fyri og onnur eftir avdúkað, at tey eldru í Noregi hava tað ikki betri enn gott.
Lítið um umhvørvi
Eitt annað, sum hevur sermerkt hetta valstríðið, er, at flokkarnir gjørdu lítið burtur úr umhvørvismálum, men tað kann hava samband við munin á flokkunum, sum hóast alt skulu samstarva, skulu teir skipa stjórn. Eitt av málunum, sum hevur samband við umhvørvið, er spurningurin um oljuvinnu í Barentshavinum. Arbeiðaraflokkurin er fyri at fara undir vinnu har, meðan Sosialistiski Vinstraflokkurin er ímóti, og valstríðið avdúkaði ikki, hvat flokkarnir gera við tann spurningin, verða tað teir, sum skulu mynda næstu stjórnina.
Valúrslitið kann eisini fáa týdning fyri norska uttanríkispolitikkin. Eitt nú er Sosialistiski Vinstraflokkurin anti-amerikanskur og krevur, at Noreg tekur sínar hermenn úr Irak og Afghanistan.