Hvør skal hava avgerðarrættin á aðalfundinum hjá Atlanntic Airways?

- Landið sum eigur 67% ella minnilutapartaeigaranir, har eingin er omanfyri 6% í ognarskapi? Atlantic Airways er framvegis alment og ogn okkara – skattgjaldarin eigur enn 67%

Tað eru fólk kring landið, sum tíverri sita tigandi til tann glantrileik og tað maktspæl, sum fyrigongur í løtuni, nú landsstýrismaðurin Jóhan Dahl vil hava nevndarbýti í Atlantic skal avspegla seg eftir ognarstøddini í felagnum.

Fólkaflokkurin goyr og tosar gjøgnumskygni, um álit, um teir privatu sum fáa alt at bera til, og at landið skal halda seg langt burtur - ja eg má siga, hann forbarmi seg, so hevur man eisini hoyrt tað við.

Tað er ikki annað enn rimiligt, at landið sum eigur 67% eisini hevur tilsvarandi umboðan og avgerðarmynduleika, - tað haldi eg landið skal hava, og tað kann ikki verða rætt at nakrir smáir partaeigar, sum tilsamans umboða umleið 13-15% av felagnum skulu seta seg á felagið og stýra tí.

Tað vildi verið púra vitleyst at gingið við til hetta, og eg ivist heldur ikki í, at um landsstýrismaðurin lat tað fara um seg, eftir tað sum hendi við rossahandlinum millum leiðslu, nevnd og onglendingin Noskwith, so vildi hann verið harðliga kritiseraður fyri ikki at røkja sínar skyldur og ábyrgd sum landsstýrismaður.

Tað er ótrúliga langt út at pástanda, at landið skal hava brotið lyftir, tí man vil velja ein lim afturat í nevndina, eftir at fyrrv. landsstýriskvinna »lat« privatu eigaranar á seinasta aðalfundi fáa eitt umboð í nevndina, men samstundis »gloymdi« at økja nevndina til 4 aðalfundarvaldar, tí hon átti at vitað, at hon broytti javnvágina við at lata hendan eina til teir privatu partaeigararnar.

Ein skal ikki gloyma, at tað sita tvey føst vald starvsfólkaumboð í nevndini, so í veruleikanum so vildi eitt óheppið útfall við avgerðandi atkvøðum í nevndini um ósemja verið tann, at landið sum er 67% eigari kann sita við undirlutan við einans 40% umboðan í nevndini við bert at hava tveir limir.

Tað kann heldur ikki verða nakar trupulleiki at skilja, at hetta eigur at rættast skjótast gjørligt.

At ein onglendingur, sum hevur sæð sær fyrimun og møguleika at fáa fatur á okkara tjóðarflogfelag, við at handla við felagið, halda seg væl við leiðsluna og enntá bjóða leiðsluni at keypa teirra partabrøv, fyri síðani at bjóða somu leiðslu at hesin handil partvís skal/kann fremjast við partabrævabýti í sínum felag, sum jú handlar nógv við Atlantic, hetta kann ikki sigast at verða annað enn reinur »bananrepublikks«- handilsháttur.

Álvaratos - her kann ikki annað enn handlast, og hvønn møguleika hevur landið so, - jú landið sum størsti partaeigari skal bert gera sína ávirkan galdandi á aðalfundinum, og tað ger landið við at velja eina skikkaða, dugnaliga nevnd og tryggja sær meirilutan í nevndini.

Sjálvandi skal landið hava avgerðarrættin við sínum 67%.

Longur er tann søgan ikki.

Restin av søguni og ruðuleikanum sum er íkomin, er íspunnin av Fólkaflokkinum, hetta er ikki at taka feil av, tí hetta er teirra vanligi skitni taktikkur. Eg hugsi, at Fólkaflokkurin roynir at verja fólkafloksstuðlarnar í nevnd og ánaraskaranum hjá Atlantic Airways.

Vestmanna tann 27.03-2009