Kristina Háfoss
????
Einligar mammur? Útbúgvingarverkið? Tey heimleysu? Gransking innan nýhugsan og nýskapan ? Tey sálarsjúku ? Menning av alternativum vinnum ? Ja, nógv eru økini, ið hava tørv á størri fíggjarligum stuðli frá landinum. Grundgevingar fyri ikki at uppraðfesta hesi øki eru, at landið ikki hevur ráð - verður sagt - men talan er heldur um manglandi áhuga fyri at raðfesta hesi øki, tí ráð eru eftir øllum at døma at raðfesta onnur øki.
Feskasta dømið um, hvussu Landsstýrið og Løgtingið velja at raðfesta skattakrónurnar er lógar-uppskotið, ið skal geva 5 rækjuskipum 20 mió. kr. í studningi. Grundgeving-arnar fyri at fara undir beinleiðis studning aftur eru m.a. hægri oljuprísir og lægri rækjuprísir. Hetta eru grundgevingar, sum í einum rættarsamfelagi - har øll eiga at vera líka fyri lógini - eigur at geva øllum føroyskum skipabólkum o.ø. rætt til henda almenna studning. Tí má væntast at hetta lógaruppskot bert er byrjanin.
Hevur rækjuvinnan nakra framtíð ?
Ongin ivi skal vera um, at rækjuvinnan hevur givið føroyska samfelagnum eitt stórt íkast í fleiri ártíggir, men tíðirnar broytast ? ikki minst innan vinnulívið.
Eins og farið varð undir at ala laks, eru londini í fjareystri í alsamt størri mun farin undir at ala rækjur til ein væl lægri prís, og uttan íløgur í stór og dýr skip. Eisini hava lond sum Kanada og Grønland ómetaliga stórt rækjutil-feingi at troyta, og útboðið av vanligum rækjum kann tí heldur ikki væntast at minka í næstum. Alt hetta ger tað sera trupult at kappast hjá føroysku rækjuvinnuni.
Tað er tí neyðugt at leggja sær í geyma:
1)At onki bendir á, at rækjuflotin fer at klára seg fíggjarliga, sjálvt aftaná umlegging av lánum og við 20 mió. kr. í studningi afturat.
2) At sera ivasamt er, um møguligt verður aftur at fáa berandi rakstur við at nýta "søguligu rættindini" at royna eftir rækjum.
3) At føroyska rækjuvinnan ikki er ein vinna á veg upp, men ein vinna, ið er á einum vegamóti og helst er á veg út.
4) At allur tann føroyski fiskiflotin er raktur av hægri oljuprísum og lægri fiskaprísum, og at grundgevingarnar fyri rækjustuðlinum lata upp fyri, at allur flotin skal hava stuðul.
5) At 20 mió. kr. kundu verið nýttar samfelagsliga nógvar ferðir betur við at sett hendan pening av til menning av nýhugsan og nýskapan.
Hugskotsbanki, íverksetarastuðul, gransking og útflutningsráðgeving
Fyri at seta upphæddina á 20 mió. kr. í mun til annað, so fekk Granskingarráðið í 2004 eina játtan, ið gav rúm til at lata 2,7 mió. kr. til nýggjar granskingarverkætlanir. Tær 20 mió. kr., ið Landsstýrið og Løgtingið ætla at lata 5 rækjuskipum, svara soleiðis til áleið ta upphædd, ið Granskingar-ráðið kann lata til nýggjar føroyskar granskingarætlanir í heili 7 ár. Verða raðfestingar landsins soleiðis framyvir, kann ikki væntast at vit náa tí frálíka máli at gerast millum heimsins fremstu lond í ár 2015.
Heldur enn at nýta 20 mió. kr. til 5 rækjuskip, átti hesin peningur at verið nýttur eitt nú til nýskapandi hugskotsbanka, íverksetarastuðul, mennandi gransking og dygga útflutningsráðgeving. Hetta hevði stuðlað undir ný-skapan og skapt fleiri inn-tøkur, ið vildi givið landin-um fíggjarligt grundarlag til at menna vælferðartænastur okkara.
Áheitan til løgtingslimir: Latið ikki søguna endurtaka seg
Tí hesa áheitan til allar løgtingslimir. Lesið §19-frágreiðingina, ið Løgtingið lat gera fyri at lýsa teir feilir, ið gjørdir vórðu í 80?unum. Frágreiðingin staðfestir, at ein av høvuðsorsøkunum til búskaparkreppuna var beinleiðis vinnulívsstudningur frá tí almenna til fiskivinnuna. Lata tit nú rækjuskipunum studning er bert spurningur um tíð, áðrenn restin av flotanum skal hava somu sømdir. Formaðurin í Føroya Reiðarafelag hevur longu sent tykkum eina áheitan um at lata øllum skipum teirra studning.
Eyðkennið fyri fólk, ið ikki hava gjørt nakað skeivt er, at tey als onki hava roynt, soleiðis verður ofta tikið til ? og rætt er tað, at vit koma øll at taka skeivar avgerðir á lívsleið okkara. Men tað eru okkara evnir at læra av okkara feilum, ið avgera um vit menna okkum sum fólk og land.
Latið okkum læra av feilum okkara.
Latið ikki søguna endurtaka seg.
Nakrar niðurstøður úr Løgtingsins §19-frágreiðing um 80?ini:
"Lurtað varð ikki eftir ávaringum frá sakkunnleikanum, góð ráð vórðu ikki fylgd. (s. 327)"
"_ at politisku oddamenninir í Føroyum ikki altíð, heldur ikki í 80-árunum, dugdu at brúka tey ráðini, ið vóru til taks." (s. 318)
"_hevur stuðulin avlagað vinnuliga virksemið og forðað fyri, at peningur, vøru-, fólka- og annað tilfeingi eru nýtt á ein burðardyggan hátt." (s. 44)
"Soleiðis varð gjørdur størsti skeivleikin, ið hugsast kann: Øll vóru ikki eins fyri lógini !" (s. 321)