Hví eru smáir bilar nógv dýrari í Føroyum enn í Danmark, og hví stóror bilar eru nógv bíligari.
Tað er spurningurin, Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, nú skal greiða Løgtinginum frá.
Kári P. Højgaard, tingmaður, hevur biðið hana greiða Løgtinginum frá, hví teir stóru og tungu bilarnir eru bíligari í Føroyum enn í Danmark.
Samstundis skal hon greiða frá, Kann hví ein av teimum lættaru bilunum, sum kostar einar 80.000 - 100.000 krónur í Danmark eru einar 30.000 - 40.000 krónur dýrari í Føroyum.
– Er talan um almenn avgjøld, ella er bara talan um óvanliga høgan vinning, spyr Kári P. Højgaard.
Eru tað avgjøld sum gera, at bilarnir kosta so nóv meiri í Føroyum, skal Kristina Háfoss eisini greiða frá, um hon fer at gera nakað fyri at lækka avgjøldini.
– Her á landi er tað mestsum ein fólkarættur, at fólk hava egið bil. Er talan um nýggjan bil, verða ongar verkstaðsrokningar fyrstu árini, og lættaru bilarnir eru eisini bíligari í vegskatti og rakstri, men keypsprísurin er høgur, sigur tingmaðurin.
– Í Danmark hevur tað eydnast at broyta ferðslumentanina, tí talið á smærru bilunum er økt munandi, helst tí at teir eru so bíligir.
Og hann heldur, at tað er undarligt, at smáir bilar, sum eru umhvørvisvinarligir, eru so dýrir í Føroyum, samstundis sum at stórir bilar, ið oftani dálkað illa, eru lutfalsliga bíligir.










