TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði Jónas Tór Næs, sum aftur fekk møguleikan á bakkinum, og gjørdi tað væl í føroyska 2-0 sigrinum á Lettlandi á Skonto leikvøllinum í Riga.
- Hvør løta á landsliðnum skal njótast, slær Jónas Tór Næs fast. Vitandi, at kappingin um plássini er hørð. Jónas Tór Næs dylur heldur ikki, at tað er eyka stuttligt, tá tað gongur, sum tað hevur gingið seinastu dystirnar.
Jónas Tór Næs er fegin um hvussu dugnaligir unga spælararnir eru á framrættaðu plássunum á vøllinum, og hvussu væl teir duga at halda uppá bóltin, og undirstrikar royndi landsliðsspælarin, at tað gevur honum og hinum í verjuni góða luft.
- Tað er fantastiskt at liggja nummar tvey í bólkinum, undirstrikar Jónas Tór Næs.