Hvør hevur bóndafangað hvønn – Jógvan á Lakjuni?

Í grein í Dimmu og Sosialinum um vikuskiftið skrivar tú um Kringvarpið. Tú eigur at kenna Kringvarpið betur enn nakar annar. Tú er jú pápi at tí. Tað mesta av tí, tú skrivar, er óivað rætt. Man kann so vera samdur í tí ella ikki

Men tað tykist mær løgið og margháttligt, tá ið tú tekur aftur í tínar fínu ætlanir og vísir til grundgevingarnar fyri at leggja Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya saman í sínari tíð.

Argumentini vóru hesi - endurgivin úr tínum egna tíðindaskrivi í august 2004:

Endamálið við samanleggingini er at rationalisera raksturin hjá stovnunum mest møguligt, so tað besta útvarps- og sjónvarpstilboðið kann fáast burturúr tøku fíggjarorkuni hjá stovnunum. Eisini er endamálið við samanleggingini at stovnarnir skula gerast betur førir fyri at røkja sínar public serviceuppgávur.

Landsstýrismaðurin heldur, at tað eru nógvar góðar grundir, ið tala fyri samanlegging. Ein samanlegging av stovnunum við felags leiðslu kann tryggja, at umsitingin verður betri og meira effektiv. Her verður hugsað um at:

• umsitingarútreiðslur kunnu avmarkast við at leggja umsitingarligar funktiónir saman

• stovnarnir sleppa undan hvør í sínum lagi at menna og reka virkisøki, sum eru tey somu á báðum stovnunum (t.d. KT, bandasøvn, innkrevjing, bókhald, o.a.)

• møguleikarnir verða betri at gagnnýta orku og servitan, ið eru til staðar á ymsum virkisøkjum

• møguleikarnir fyri at samskipa programmvirksemið verða betri

• umstøðurnar fyri at arbeiða tvørmedialt við útvarpi, sjónvarpi og netvarpi gerast rúmari

• betri møguleikar fyri starvsfólkamenning og starvsfólkarøkt verða

• stovnarnir verða umsitingarliga sterkari og hava møguleika fyri at røkja uppgávur, sum teir ikki hava møguleika fyri hvør í sínum lagi

 

Intentiónirnar vóru góðar. Lyftini vóru nógv. Betri Public Service, effektivari rakstur soleiðis at best møguliga sjónvarps– og útvarps tilboðið kundi fáast burturúr.

Tú lovaði, at sjálvandi skuldi alt virksemið savnast á einum stað. Sjálvandi skuldi nýtt hús byggjast í Sortudíki. Og sjálvandi fekk stovnurin játtað pengar til samanleggingina.

Tað er løgd ómetaliga nógv orka í at finna útav, hvussu alt virksemið kundi savnast í Sortudíki. Jørð er keypt at byggja á, og tað eru ikki minni enn trý skitsuuppskot gjørd um møguligar útbyggingar.

Vit fingu enntá at vita, at Kringvarpið skuldi fáa eina stórsligna gávu, tá ið Útvarpið hevði 50 ára føðingardag. Nemliga játtan til útbygging av útvarpshúsinum.

Men akk. Heldur ikki hetta lyfti helt. Í stuttum kann sigast, at samanleggingin av útvarpinum og sjónvarpinum er ein røð av brotnum lyftum. Makan til líkasælu frá politiskari síðu skal ein leita longi eftir. Tín gamli partamaður Jógvan Sundstein plagdi at siga nakað, sum passar so ómetaliga væl til her: Ansvarsforfladigelse.

Ongin vil taka politiska ábyrgd! Tað er tað, sum er reyði tráðurin í hesum máli. Søgan hevur víst, at kringvarpið eigur ongan góðan í politisku skipanini – næstan ongan.

Álvaratos Jógvan – hvussu heldur tú sjálvur, at barnið hjá tær hevur tað? Hvussu heldur tú, at vit kunnu fáa betri umstøður at arbeiða tvørmedialt, sum støðan er? Hvussu heldur tú, at tey neyðars starvsfólk – sum eftir eru – kunnu fáast at trívast betur við verandi umstøðum?

Heldur tú at føroyingar hava fingið eitt verri programtilboð, orsaka av at programøki í dag er lagt saman?

Heldur tú, at støðan verður betri, tá ið tit hava bygt ein annan Berlin múr ímillum tíðindaeindirnar? Hondina á hjarta – heldur tú, at føroyingar fáa betur tíðindi av hesum, sum støðan er?

Hvussu heldur tú, at tíni argument fyri samanleggingina í síni tíð, hanga saman við tað, tú sigur og meinar í dag?

Eg haldi at tað, tú sigur í dag, er himmalrópandi í andsøgn við tað, tú nýtti sum grundgeving fyri samanleggingini á sinni.

Men góði Jógvan. Tað hevði frøtt meg og mong við mær, um tú kann siga, hvar er tað skógvurin trykkir? Vilja tit veruliga ikki hava best møgulig tíðindi? Vilja tit ikki, at Kringvarpið kann geva kvalifiserað mótspæl í tíðindaflutinginum? Vilja tit ikki, at Kringvarpið skal vera ein rættur Public Service stovnur, sum vit kenna slíkar frá grannalondunum?

Ella er tað bara margfeldni av tíðindum, sum telur? Margfeldni haldi eg, at føroyingar í ríkiligt mát kunnu fáa á internetinum. Tíðindi – eisini føroysk - eru so løtt at fáa hendur á í dag, sum ongantíð fyrr. So tað argumentið heldur ikki longur....

Trupulleikin er bara, at hesi tíðindi eru ikki altíð líka óheft og kvalifiserað viðgjørd.

Kjakið, sum er um, hvussu Kringvarpslógin skal tulkast, og hvør hevur rætt og ikki, hongur heldur ikki saman hjá tær. Tú sigur í greinini í bløðunum, at lógin hevur greiða talu um, hvussu “tvær eindir” skulu tulkast. Men í sama andadrátti sigur tú, at tit í Mentanarnevndindi hava sagt, at tað er Kringvarpsstýrið, sum má tulka lógina.

Tey hava tulkað lógina – í góðari trúgv og við vælsignilsi frá eini landsstýriskvinnu. Hví ikki lata stýrið fáa arbeiðsfrið? Tú setti jú sjálvur stýrið við tí endamáli at loysa Kringvarpið frá politisku skipanini – soleiðis at landsstýrismaðurin kundi fáa frið fyri øllum trupulleikunum, sum serliga Sjónvarpið hevði verið atvoldin til í áravís.

Um tað eydnast landstýriskvinnuni at trýsta Kringvarpsstýrið at taka aðra støðu í einum máli, sum stýrið langt síðani hevur avgreitt, so er alt prinsippið við armslongdini og at stýrið skal vera leyst av politisku skipanini farið fulkomuliga fyri bakka.

Latið nú fyri guðsskyld stýrið fáa arbeiðsfrið at gera sítt arbeiði – nemliga at skapa karmar og seta Public Service kósina, “so tað besta útvarps- og sjónvarpstilboðið kann fáast burturúr tøku fíggjarokuni hjá stovnunum. Og soleiðis at Kringvarpið kann gerast betur ført fyri at røkja sínar public serviceuppgávur.” Sum tú sjálvur orðaði tað í anno august 2004.