Móttøka: Í sambandi við, at dagstovnurin í Øksnagerði hevur fingið eina nýggja stovu, varð bjóðað til móttøku fríggjadagin. Dagstovnurin lat upp fyri umleið hálvum ári síðani, og nú er fjórða stovan klár at taka í nýtslu.
Heilt fitt av fólki var komið saman seinnapartin fríggjadagin. Jan Christiansen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og síðani fór Terji Rasmussen á pallin at syngja eina løtu saman við børnunum. Børnini vóru røsk at syngja við. Formaðurin í mentamálanevndini og arkitekturin fluttu eisini fram røðu, og til endans fór Terji aftur á pallin at syngja eina løtu afturat.