Fryntligi eigarin av gallarí Sct Gertrud, Kurt Svendsen, bjóðar kaffi og wienarbreyð. Klokkan er farin um hálvgum tólv henda leygarmorgun í Keypmannahavn. Við runda borðið í gallarínum sita tríggir fuglfirðingar. Listamaðurin Øssur Mohr, tónleikarin Stanley Samuelsen, ið skal spæla til ferniseringina, og blaðmaðurin. Um góðan tíma lata dyrnar upp.
Øssur er spentur.
? Jú, eg má viðganga, at eg havi summarfuglar í búkinum. Hvør fernisering er sum ein próvtøka fyri mær, sigur 42 ára gamli listamaðurin.
Málningarnir vóru sendir til Danmarkar í góðari tíð, og nakrir teirra vóru við á stórari listastevnu í Herning um mánaðarskifti. Hósdagin fór listamaðurin úr tí nú heldur tómliga atelierinum heima við hús í Fuglafirði til Keypmannahavnar fyri at hanga málningarnar upp og vera við til ferniseringina.
? Tað er ikki frítt, at tað kennist løgið at ganga í atelierinum, tá flestu málningarnir eru burtur. Tað er sum at senda ein part av tær sjálvum avstað, greiðir Øssur frá.
Men tá ein sum Øssur hevur valt at gerast listamaður burturav, so er tað ein veruleiki, ið ikki kemst uttanum.
? Skal eg vera púra erligur, so havi eg onkuntíð verið glaður fyri at fáa onkran málning heimaftur eftir eina framsýning. Bæði tí eg havi viljað broytt hann, men eisini tí at eg eri vorðin so góður við hann.
Málar hvønn dag
Aftan fyri málningarnar hjá Øssuri Mohr, ið flest allir taka støði í nærumhvørvinum í Fuglafirði, liggur nógv og drúgt arbeiði. Nógv tíð fer við at mála umaftur og umaftur, mála útyvir og skava burtur.
? Tað er ein kunstur at vita, nær ein skal gevast - at duga at steðga á og siga, at nú er málningurin liðugur.
Øssur greiðir frá, at hann fleiri ferðir hevur oyðilagt ein málning, tí hann ikki hevur dugað at steðga á.
? Eg kann hava fingið eitthvørt serligt fram í einum málningi, men í míni roynd at gera hann enn betur havi eg síðan oyðilagt hann. Og hvussu eg so royni, so fái eg ikki hetta serliga fram aftur. Tað er sjálvandi óheppið, men tað lærir ein eisini nakað av, metir Øssur.
? Eisini plagi eg at spyrja konuna. Hon er erlig, og so er tað upp til mín, um eg lurti, leggur hann smílandi afturat.
Øssur Mohr greiðir frá, at fyri hann er týdningarmikið, at nærumhvørvið og gerandisdagurin er í lagi. At familjan og børnini hava tað gott og at einki átrokandi liggur á láni. Tá kemur mest burturúr í atelierinum.
Seinastu trý árini hevur Øssur verið listamaður burturav. Og sjálvandi eru dagar, tá einki ber til - tá ikki fæst tað fram í málningunum, sum listamaðurin ynskir sær.
? Eftir mínum tykki er tað sera týdningarmikið at vera í gongd alla tíðina, at royna. Sjálvandi er gott at leggja pensilin eina løtu, fara úr atelierinum, kanska spáka sær ein túr. Men hjá mær nyttar einki at ganga og bíða eftir inspiratiónini.
Hetta er ein av orsøkunum til, at Øssur altíð er í holt við fleiri málningar í senn. Sum oftast standa tríggir til fimm málningar í ymiskum støddum í atelierinum, sum hann arbeiðir við.
Øssur samanber tað við ein ítróttarmann, ið eisini hevur tørv á at venja alla tíðina, eisini tá tað kanska ikki gongur so gott í kappingum. Hann leggur afturat, at tað til tíðir kann vera tungt og kennast møtimikið at mála, men tá so gongd kemur á og alt riggar - tá eru keðiligu løturnar langt síðan gloymdar.
Hvítvín og djús
Klokkan stívliga eitt koma fyrstu vitjandi á gátt í Sct Gertrud, og løtu seinni fer at fyllast í lítla, men hugnaliga gallarínum í Hyskenstræde 9, ið er ein síðugøta til Strøget.
Á runda borðinum verður hvítvín og djús sett fram til gestirnar, ið eru komnir at heilsa uppá listamannin og málningar hansara. Bæði føroyingar og danir koma á gátt. Nøkur teirra kennir Øssur, onnur eru fremmand. Men lítillætni og róligi listamaðurin gevur sær stundir at heilsa uppá og práta við øll. Tað er týðiligt, at hann kennir seg væl millum sínar málningar, ið prýða hvítu veggirnar.
Øssuri dámar væl at sýna fram ? at longu dagarnir í atelierinum heima við hús síggjast aftur í eini framsýning.
? Ein kann gott mála í nógv ár uttan at koma fram við síni list, men sjálvur hevði eg ikki dugað tað. Ikki tí, eg havi nógvar málningar, sum ikki koma úr atelierinum, antin tí at eg eri vorðin so glaður fyri teir, ella tí teir ikki eydnast, greiðir Øssur frá.
Øssur hevur á hvørjum ári síðan 1991 havt málningar við á Ólavsøkuframsýningini, hevur í 10 ár luttikið á Várframsýningini í Listaskálanum, og seinastu árini hevur hann eisini sýnt fram einsamallur.
Harumframt hevur Øssur í miðal havt tríggjar framsýningar í Danmark um árið seinastu árini. Sum longu nevnt var hann við á stóru listastevnuni í Herning um mánaðarskiftið, nú er hann í Keypmannahavn, og seinni í ár gongur leiðin til Vesturjútland. Harumframt skal hann vera við á stórari norðurlendskari listaframsýning í Schlesvig í Norðurtýsklandi í juni.
? Hvor ligger Fuglefjord i forhold til Torshavn?
Fleiri ferðir fær Øssur spurningin frá vitjandi dønunum í Sct Gertrud. Ein av gestunum sigur seg ivast í, hvørt heimstaður Øssurs ikki liggur á Fugloy. Felags fyri flestu teirra er, at tey antin hava verið í Føroyum ella hava ætlanir um at vitja oyggjarnar í útnorður. Men spurningarnir røkka longur enn til landalæruna. Róliga greiðir Øssur frá, hvussu hann málar, um litspælið í málningunum og um motivið, ið er Fuglafjørður.
Grundmotivið í teimum útvið tríati málningunum hjá Øssuri er tað sama. Bygdin, fjørðurin, fjøllini hinumegin og luftin, so á tann hátt líkjast teir hvør øðrum. Og tó.
Øssur hevur gjørt tað til sín stíl at síggja nógvu og skiftandi litirnar í náttúruni. At fanga ljósið og mála spælið millum litirnar.
? Eg má siga, at eg við hesum havi funnið mín stíl, og eg haldi ongantíð, at eg verði troyttur av honum, tí eg síggi so nógvar ymiskar litir í náttúruni.
Øssur greiðir frá, at hann til dømis ikki kundi hugsað sær at málað andlitsmyndir, hóast hansara listarliga byrjan í áttatiárunum júst vóru málningar av fólki, millum annað av børnunum. Men eitt skeið á listaskúla í Holbæk í 1993-94 gjørdi, at hann fór at mála náttúruna og landsløg.
Reyð klisturmerki
Fólk koma og fara, práta og eygleiða málningarnar, meðan bleytir og róligir tónar frá gittaranum hjá Stanley Samuelsen seta sín dám á. Hinumegin smølu gøtuna eru hárfríðkanardamurnar lidnar fyri í dag og kunnu halda vikuskifti.
Á stóra skriviborðinum hjá Kurt Svendsen, ið stendur beint innan fyri dyrnar, liggur eitt ark við smáum reyðum klisturmerkjum. Svendsen skrivar í blokkin, leggur pípuna frá sær og reisist úr stólinum. Ein av málningunum á innasta vegginum skal hava eitt klisturmerki.
Sjálvur er Øssur Mohr nøgdur við ferðirnar, hann hevur sýnt fram í Danmark. Hann dugir ikki at seta tal á, hvussu nógvar málningar hann hevur selt, men tað hevur gingist væl.
Henda seinnapartin má Kurt Svendsen fleiri ferðir eftir reyðu klisturmerkjunum. Men hóast framsýningar og ikki minst søla av málningum er ein fortreyt fyri at kunna liva sum listamaður burturav, so er tað ikki einasta endamálið við at sýna fram. Øssuri dámar væl at hoyra, hvørji skotsmál fólk hava til málningarnar.
? Sjálvandi verði eg glaður, um skotsmálið er positivt. Men tað er gott, tá tú merkir at fólk eru erlig og ikki bara siga okkurt. Eisini um teimum ikki dámar málningarnar. At sýna fram er inspirerandi og gevur nýggjan íblástur, metir Øssur Mohr.
Hann greiðir frá, at tað eru dømi, har onnur hava sæð okkurt í hansara málningum, sum hann ikki sjálvur hevur sæð.
? Tað taki eg ikki sum nakað negativt. Eg kann hava arbeitt leingi við at fáa nakað ávíst fram í einum málningi, og tað kann gera, at eg ikki síggi, at aðrir partar av myndini kunnu tulkast, so teir vísa eitthvørt, ið eg ikki upprunaliga havi hugsað um. Tað kann vera nokkso stuttligt viðhvørt, leggur Øssur afturat.
Eftir ferniseringina gongur leiðin hjá Øssuri heim aftur í atelierið í Fuglafirði. Gerandisdagurin byrjar aftur, og nýggir málningar koma undan kavi.
? Tað tekur nakrar dagar at koma í gongd aftur, og tað kann vera eitt sindur tungt, serliga nú gomlu málningarnir eru burturi úr atelierinum. Men ein fernisering sum henda gevur íblástur og orku til at halda fram, sigur ein væl nøgdur Øssur Mohr.
Framsýningin hjá fuglfirðinginum í gallarí Sct Gertrud í Keypmannahavn er opin til 6. marts.