Sólrun Christiansen
Skálavík 08.05.2004
?????????????????
Sjáldan havi eg skrivað nakað lesarabræv, men nú haldi eg, tað er bæði synd og skomm, sum Dimmalætting skrivar um hesar neyðars teilendingarnar, ið vit hava her. Eg vóni ikki, at hon er eitt sambandsblað longur, tí so ger hon okkum sambandsfólkum fyri skommum. Tosa um Oyggjatíðindi; nei, tað er sum ein sól afturímóti tykkum. Teir taka kanska okkurt, ið teir fá fatur á, men tit taka upp úr ongum. Og so tit í Útvarpinum; forteljið okkum heldur okkurt gott og hugaligt enn bara keðiligt.
Virkið stendur so har og vónandi komið fyri at vera. Nú er tað so leigað út, og sum eitt lítið land vit eru, gongur upp og niður við tí, sum hoyrir sjónum til, so eru fylgjurnar hareftir á landi. Alt hongur jú saman og er eitt hjól, sum skal mæla. Soleiðis var tað eisini her. Upsaprísurin var lítil, kanska ringt at fáa selt og annað, men tað fylgi eg nú ikki so væl við.
Teilendingarnir fóru heim at halda jól og væntaðu at kunna byrja aftur eftir nýggjár. Teir vóru glaðir at koma aftur, havi eg forstaðið. Ella høvdu teir ikki komið aftur, siga teir. Teir liva, sum vit: hava hund, fiska seið, egna av og á til stuttleika, spæla fótbólt. Nógvur ungdómur gongur inn til teirra, har lurtað verður eftir tónleiki, og har teir fáa nógv gott. Teir liva ikki á nøkrum hungursmarki og hava heldur ongantíð gjørt tað.
Hesar keldurnar munnu einaferð fara at torna upp, um tær so flóta yvir nú við eitrandi drykki. Eg skilji ikki, hvat tit tjóðveldisfólk hava ímóti hesum fáu útlendingunum. Tit forfylgja teimum ordiliga á øllum økjum. Hvussu ofta hava ikki verið rannsóknir í heiminum, har tey búgva? Hvussu ofta hava tey ikki verið hjá myndugleikunum bæði á Sandi og í Havn? Nú hoyri eg aftur, at tey skula til Havnar fyrsta dagin. Tit viðfara tey sum brotsmenn og ikki sum friðarfólk. Tað er einki løgið, at tey ræðast løgregluna verri enn Illa-mann. Tit hava gjørt bygdini fyri skommum. Í Opinberingini 9-19 stendur:
"?tí at vald hestanna er í munni teirra og í hølum teirra, tí at halar teirra eru líkir høggorminum og hava høvd og við teimum gera teir skaða."
Hesi nývaldu Heidi Petersen og hennara fylgisneytum hava vit hoyrt nógv frá. Eisini tá hon legði málið fyri Jógvan við Keldu. Í mínum eygum er hann meiri at sær komin enn at lurta eftir slíkari sjóvaraldu, sum grundbrýtur í fínasta veðri. Eg rokni ikki við, at hetta er av kærleika og umsorgan. Tú leikar so í. Komið heldur og vitjið og gevið teimum eitt herðaklapp, tí í dag er heimurin so lítil, at vit næstan kenna hvønn annan. Er tað kanska húðarliturin, mál ella mentan? Tí har eru vit ymisk, men í Guðs eygum eru vit øll eins. Eitt dømi hoyrdu vit nú eitt kvøldi, har tað vóru 40% av teimum útlendsku kvinnunum, ið komu á Kvinnuhúsið. Hetta sigur okkum nakað um føroyingar. Nei bæði tú og alt hatta harkaliðið koyrt í ein posa og bundið væl um. Trúgv tí, teir hava keldur norðanfjørðs, sum fortelja teimum alt, líka so væl sum tit sunnanfjørðs.
Her komu sekkir við mati nú eitt kvøldi, kanska væl meint. Teir vórðu settir í fangið á Heðin Brú. Onkur helt, at hann hevði hug at smílast, tí hann stendur sum ein bygdamynd beint við húsini, har teilendingarnir búleikast og sær bæði seint og tíðliga, hvat tey draga til hús av góðum mati og øðrum. Men hvat hendi? Tey vildu einki hava úr posanum, tí tey eta ikki slíkt, men góvu tað til onnur. So har bleiv mangur svangur búkur mettur og væl settur. Tað var sum í oyðimørkini, har blivu øll mettað og nógv leyp av til dagin eftir.
Eg koyrdi aftaná nøkrum teilendingum nú ein dagin tær fóru til handils. Eg haldi tað var í døgurðatímanum. Tær sóu út sum lýrar. Onkur segði frá teimum, at samanlagt høvdu tær tikið 50 pund uppá øll somul. Eg hugdi hvat tey keyptu: eini 5-6 Caramel, Twix og Crunchie í part. Tey bóltaðu seðlarnar á diskin at gjalda við. Eg spurdi kassadamuna, um tey ongantíð skrivaðu upp, tað tey keyptu, men tað kom ikki uppá tal, visti hon at siga. Eg spurdi eisini, hvat tey keyptu: Nógva mjólk, grønmeti, høsnarunga og fleskasteikir. Hvar er hungursmarkið?
Ein maður fortaldi mær ein dagin, at hann hevði givið teimum eina eskju av flaki. Tey tóku hava, men tá hann sá hana aftur, høvdu tey sett eskjuna undir ein platt. Tey vilja einki hava frá øðrum.
Kanska eydnan er við tykkum at fáa tey av aftur landinum og latið virkið í Skálavík aftur, tá kunnu tit dansa um Gullkálvin. Trý virkir eru í oynni, so tað letur seg ikki gera at manna virkið í Skálavík bert við føroyingum. Nú hevur tíbetur verið nokk at gjørt í nakrar dagar. Tað hoyrist um kreppu hvønn dag, og hvør man tá fara at vera fyrstur av landinum? Ikki Palleba. Tað verða hesi, sum stríðast sum úlvur á skóg í løtuni, har tit fáa útbúgving, arbeiði og annars alt gott til lívsins uppihald. Takið nú í egnan barm og steðgið við hesum áganginum ímóti hesum útlendingunum. Tit skuldu havt annað og meiri at tykist við í tykkara starvið enn at brúkt tíðina uppá hetta virkið og tey, ið har starvast.
Tað er fyri mær, sum um tað hevur verið lagt eftir virkinum frá fyrsta degi av á ymiskan hátt. Tað tykist mær løgið, at tá ungir vinnulívsmenn royna at stápla nakað uppá beinini, at teir skula fáa slíka mótstøðu. Í Jákupsbrævið stendur:
"Tungan er lítil í vavi, men tá hon fer til verka, kann hon fáa nógv frá hondini og sjálvdan verður tað til uppbyggjan av sál og likam"
lag: Vár við lýggjum vindi
Teilendarin grætur
Ikki veit hvat hevur gjørt
hoyrir sleyg og slatur
væl í potti rørt.
Latið okkum vera
øll vit trívast her so gott
royna flakið skera
alt á bestan hátt.
At vit eru svangir
eta fliðu, fiska seið
onkur legst í tangi
sárt í búki sveið.
Teilendingar gráta
ongin góður er við meg
øll um okkum práta
farið tykkar? veg.