Hvør einstøk atkvøða vigar meiri enn aðra staðni

Ofta hevur munurin millum flokkin, sum hevur fingið seinna mannin, og triðja flokkin í røðini bara verið nakrar heilt fáar atkvøður, og fleiri ferðir hava sandoyar tingmenn, sum hava sitið í landsstýrinum mist tingsessin á næsta valinum

SANDOY

Onga staðni plaga løgtingsvalinum at vera tættari enn í Sandoyar valdømi. Minsta valdømið í landinum eigur tveir umdømisvaldar tingmenn. Sammett við fólkatalið eru hetta væl bíligastu tingmenninir. Teir báðir sandoyartingmenninir hava nú undan valinum í miðal 746 sandoyingar og skúvoyingar aftanfyri seg. Næstlægsta fólkatalið fyri hvønn tingmannin er í Norðstreymi, har 1.233 íbúgvar eru upp á hvønn av teimum trimum tingmonnunum.
Tað plagar at verða tikið til, at tað er rættuliga avgerandi fyri samlaða úrslitið av valinum, hvør fær umdømisvaldu menninar í smáu valdømunum. Hetta hevur serliga verið galdandi síðani 1978. Á tí valinum var talið á umdømisvaldum tingmonnum hækkað úr 20 og upp í 27. Samstundis varð talið á eykavaldum lækkað. Frammanundan var hámarkstalið tíggju. Síðani hevur tað verið fimm.
Tá eitt valdømi upp á seg er so væl umboðað við umdømisvaldum tingmonnum, er sannlíkið mest sum einki fyri, at eykavaldir tingmenn skulu fella valdøminum í lut. Eingin eykavaldur tingmaður er higartil valdur í Sandoyar valdømi. Tað er møguleiki fyri tí, men so skal tað sita ógvuliga væl hjá sandoyingum.
Síðani floksbýtið í 1906 hevur Sambandsflokkurin ongantíð fingið mann valdan í Sandoyar valdømi. Sjálvstýrisflokkurin var einaráðandi, inntil Javnaðarflokkurin vann annan mannin í 1936. Í 1940 fekk nýstovnaði Fólkaflokkurin mannin frá Sjálvstýrisflokkinum, og síðani Tjóðveldisflokkurin fekk mannin frá Fólkaflokkinum í 1954, hava tað verið teir tríggir ? Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ? sum hava togast um teir báðar sessirnar.
Tøttu valini
Síðani 1966 hevur tað fimm ferðir verið soleiðis, at munurin millum næstfremsta flokkin, sum hevur fingið seinna mannin, og triði fremsta flokkin, sum ikki hevur fingið mann, hevur verið heilt lítil. Tættast var tað í 1980. Tá vóru bara tvær atkvøður millum Javnaðarflokkin, sum fekk næsta mannin, og Tjóðveldisflokkin, sum ikki fekk umboðan.
Tvey ár frammanundan ? í 1978 ? var Javnaðarflokkurin við sviðið soð. Ta ferðina misti hann mannin, sum hann hevði havt í fleiri enn fjøruti ár. Munurin fram til Fólkaflokkin á næstfremsta plássinum var tríggjar atkvøður. Í 1974 var munurin millum Tjóðveldisflokkin, sum tók mandatið frá Fólkaflokkinum og Demmusi Hentze, tíggju atkvøður. Í 1984 var munurin frá Javnaðarflokkinum og aftur til fólkaflokkin fimm atkvøður, og tá Javnaðarflokkurin í 1998 fyri aðru ferð seinastu seksti árini misti mannin, var frástøðan upp til Tjóðveldisflokkin ellivu atkvøður.
Við omanfyri standandi veruleika í huga er einki at undrast á, at tað verður fylgt væl við í Sandoyar valdømi, og at valluttøkan er millum tær hægstu. Um onkur flytir úr valdøminum, ella um ein familja ger av at skifta frá einum flokki og til ein annan, so kann tað meiri enn so hava við sær, at mandatið flytir frá einum flokki og til ein annan, og at fyritreytirnar at skipa samgongu harvið verða broyttar!
Stórar broytingar viðhvørt
Tað kemur onkuntið fyri, at broytingarnar í atkvøðutølunum hjá flokkunum eru so lítlar frá vali og til val, at tað kennist sum, at tað eru nett tey somu, sum hava endurtikið avkvøðuna frá undanfarna valinum. Eitt dømi um hetta eru valini hjá Fólkaflokkinum í 1984 og í 1988. Báðu ferðirnar fekk flokkurin 316 atkvøður. Eitt annað dømi eru valini hjá Javnaðarflokkinum í 1970 og í 1974, tá tølini vóru ávikavíst 280 og 284.
Men tað hevur ikki altíð verið so støðugt. Størsta atkvøðulopið hesi árini var tað hjá Javnaðarflokkinum frá 1988, tá hann hevði 283 atkvøður, og til besta valið hjá honum í Føroyum. Flokkurin fekk í 1990 tíggju umboð, og í Sandoyar valdømi var flokkurin størstur við 396 atkvøður. Eftir tað var Javnaðarflokkurin fyri størsta atkvøðumissinum, sum nakar flokkur nakrantíð hevur verið fyri í Sandoyar valdømi. Teir varðveittu umboðanina, men atkvøðutalið fór úr 396 og niður í 230!
Eftir at Tjóðveldisflokkurin ikki hevði havt umboðan fýra val á rað, vann hann mannin á valinum í 1998. Tá fór atkvøðutalið úr 200 og upp í 284, og Páll á Reynatúgvu varð valdur.
Tá Fólkaflokkurin í 1978 fekk seinna mannin, hevði hann 227 atkvøður. Í 1980 fór atkvøðutalið upp í 251, men teir mistu mannin, tí teir fingu tvær atkvøður færri enn Javnaðarflokkurin. Í 1984 fór atkvøðutalið hjá Fólkaflokkinum upp um trý hundrað, og síðani hevur Fólkaflokkurin átt annan mannin.
Ódrúgvir landsstýrismenn
J. P. Davidsen, sum var limur í fyrsta landsstýrinum, eftir at heimastýrisskipanin var komin í 1948, umboðaði Javnaðarflokkin frá 1936 og inntil 1970. Hetta er met fyri Sandoyar valdømi, og landsstýrissessurin skalaði ikki framtíðina hjá javnaðartingmanninum. Hinir løgtingsmenninir hjá Javnaðarflokkinum hava verið Tórolvur Mohr Olsen og Jógvan Adolf Johannesen. Á listanum til hetta valið er eingin, sum áður hevur verið í løgtinginum.
Antines Sørensen í Húsavík umboðaði Fólkaflokkin frá 1940 og inntil 1954. Húsavík hevur verið fólkafloksbygd, síðani flokkurin varð stovnaður, men teir hava ikki átt mannin í Húsavík, síðani Antines Sørensen fall. Demmus Hentze, sum er ættaður av Sandi, men búsitandi í Havnini, varð valdur í 1966. Tá fekk hann 194 persónligar atkvøður, og tað er framvegis met í persónligum atkvøðum í Sandoyar valdømi.
Demmus Hentze fall í 1974, men hann kom innaftur í 1978. Í 1980 ? eftir at Demmus Hentze hevði verið landsstýrismaður í seks ár ? misti Fólkaflokkurin mannin í Sandoyar valdømi. Eyðun Viderø á Sandi vann sessin í 1984, men í 1988 misti hann sessin til partamannin John Petersen í Skopun. Hann hevur verið afturvaldur hvørja ferð, og í 1994 fekk hann 192 persónligar atkvøður ella tvær færri enn Demmus Hentze fekk í 1966. John Petersen var landsstýrismaður landsstýrismaður frá 1991 og til 1993 og frá 1996 og til 2000. Hann er ikki uppi í politikki longur og er tískil ikki á fólkaflokslistanum hesa ferð.
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Erlendur Patursson, varð valdur á ting fyri Sandoyar valdømi í 1954, og hann varð afturvaldur í 1958 og í 1962. Eftir at hann hevði verið landsstýrismaður í fíggjarmálum í sjálvstýrislandsstýrinum fall hann á valinum í 1966. Síðani flutti Erlendur Patursson í Suðurstreymoyar valdømi, har hann varð valdur fyrstu ferð í 1970.
Í 1974 varð Heðin M. Klein, sum tá var lærari á Sandi, valdur fyri Tjóðveldisflokkin, og hann varð afturvaldur í 1978. Í 1980 vann Hans Marius Joensen í Skopun tjóðveldissessin. Tá hevði Heðin M. Klein verið landsstýrismaður í tvey ár, og hann var tískil triði Sandoyar tingmaðurin, sum misti sessin á valinum, eftir at hann hevði verið landsstýrismaður. Tjóðveldisflokkurin misti mannin í 1984, og so var øskukalt hjá tjóðveldinum í Sandoyar valdømi inntil í 1998.
Omanfyri hava vit fingið staðfest, at fýra valdir løgtingsmenn í Sandoyar valdømi hava mist politiska sessin, meðan teir hava verið landsstýrismenn. So eru sandoyingar ávaraðir, um teimum eftir valið skuldi staðið landsstýrissessur í boði!
Fleiri spenningar
Sum omanfyri nevnt, so verður valið í Sandoyar valdømi spennandi av fleiri orsøkum. Tann fyrsta er, hvørjir flokkar fara at fáa ódýrastu umdømisvaldu umboðini. Ein onnur er, hvør fer at verða valdur. Javnaðarflokkurin hevur, síðani hann fyrstu ferð vann umboð í valdøminum, mist mannin tvær ferðir. Báðu ferðirnar hevur tað eydnast at vinna hann aftur á næsta valinum. Týsdagurin fer at vísa, um tað eisini fer at eydnast triðju ferð.
John Petersen hevur á fýra teimum seinastu valunum vunnið Fólkaflokkinum tingsessin rættuliga sannførandi. Hann er ikki á listanum hesa ferð. Spurningurin er so, um Eyðun Viderø og hini valevnini fara at megna at lyfta flokkin í hvussu so er fram á næstfremsta plássið. Tað er neyvan nakar ivi, at um Tjóðveldisflokkurin fer at endurvinna sessin, so verður tað borgarstjórin á Sandi, sum verður valdur.
Tað er einki at liggja omaná, at tað hevur verið stór kapping millum stóru bygdirnar í valdøminum um at ogna sær tingsessirnar. Hesa ferð er størsti spenningurin í so máta kanska tann á javnaðarlistanum. Spurningurin er eitt nú, um borgarstjórn í Skopun, Gerhard Lognberg, skal gera ferðalag í løgtingið við borgarstjóran á Sandi, ella um tveir sandoyingar ella kanska tveir skopuningar vinna sær tingsess.

1966 (A og C umdømisvaldar)
Fólkaflokkurin? 252
Demmus Hentze? 194
Sambandsflokkurin? 88
Javnaðarflokkurin? 260
J. P. Davidsen? 117
Sjálvstýrisflokkurin? 72
Tjóðveldisflokkurin? 194
Framburðsflokkurin? 26
892

1970 (A og C umdømisvaldar)
Fólkaflokkurin? 219
Demmus Hentze? 176
Sambandsflokkurin? 93
Javnaðarflokkurin? 280
Tórolvur Mohr Olsen? 105
Sjálvstýrisflokkurin? 47
Tjóðveldisflokkurin? 184
Framburðsflokkurin? 52
875

1974 (C og E umdømisvaldar)
Fólkaflokkurin? 218
Sambandsflokkurin? 86
Javnaðarflokkurin? 284
Tórolvur Mohr Olsen? 140
Sjálvstýrisflokkurin? 40
Tjóðveldisflokkurin? 228
Heðin M. Klein? 93
Framburðsflokkurin? 53
909

1978 (A og E umdømisvaldar)
Fólkaflokkurin? 227
Demmus Hentze? 135
Sambandsflokkurin? 169
Javnaðarflokkurin? 224
Sjálvstýrisflokkurin? 48
Tjóðveldisflokkurin? 239
Heðin M. Klein? 108
Framburðs? og Fiskivinnuflokkurin? 50
957

1980 (C og E umdømisvaldar)
Fólkaflokkurin? 251
Sambandsflokkurin? 139
Javnaðarflokkurin? 253
Tórolvur Mohr Olsen? 142
Sjálvstýrisflokkurin? 37
Tjóðveldisflokkurin? 260
Hans Marius Joensen? 133
Framburðs? og Fiskivinnuflokkurin? 42
982

1984 (A og C umdømisvaldar)
Fólkaflokkurin? 301
Eyðun Viderø? 145
Sambandsflokkurin? 114
Javnaðarflokkurin? 291
Tórolvur Mohr Olsen? 166
Sjálvstýrisflokkurin? 43
Tjóðveldisflokkurin? 286
Kristiligi Fólkaflokkurin? 17
1.052

1988 (A og C umdømisvaldar)
Fólkaflokkurin? 316
John Petersen? 165
Sambandsflokkurin? 124
Javnaðarflokkurin? 283
Jógvan Adolf Johannesen? 83
Sjálvstýrisflokkurin? 45
Tjóðveldisflokkurin? 260
Kristiligi Fólkaflokkurin? 33
Framsóknarflokkurin-
1.061

1990 (A og C umdømisvaldar)
Fólkaflokkurin? 316
John Petersen? 173
Sambandsflokkurin? 76
Javnaðarflokkurin? 396
Jógvan Adolf Johannesen? 191
Sjálvstýrisflokkurin? 39
Tjóðveldisflokkurin? 212
Kristiligi Fólkaflokkurin? 21
Sosialistiski Loysingarflokkurin-
1.060

1994 (A og C umdømisvaldan)
Fólkaflokkurin? 300
John Petersen? 192
Sambandsflokkurin? 113
Javnaðarflokkurin? 230
Jógvan Adolf Johannesen? 115
Sjálvstýrisflokkurin? 10
Tjóðveldisflokkurin? 200
Kristiligi Fólkaflokkurin? 18
Miðflokkurin? 56
Verkamannafylkingin-
Føroyski Flokkurin? 4
Frælsisfylkingin-
931

1998 (A og E umdømisvaldar)
Fólkaflokkurin? 289
John Petersen? 131
Sambandsflokkurin? 95
Javnaðarflokkurin? 273
Sjálvstýrisflokkurin? 15
Tjóðveldisflokkurin? 284
Páll á Reynatúgvu? 106
Kristiligi Fólkaflokkurin-
Miðflokkurin? 16
Verkamannafylkingin-
972