Hvør borgari framleiðir 243 kg av húsarhaldsburturkasti

Hvør borgari í Tórshavnar kommunu framleiddi 243 kg av húsarhaldsburturkasti í 2019. Tað vísa tølini, sum Kommunala Brennistøðin (KB) á Hjalla hevur gjørt upp

Í fjør brendi Kommunala Brennistøðin tilsamans 15.900 tons av burturkasti. Tað svarar til 43,6 tons um dagin. Møguleiki er ikki at brenna nógv meira enn tað í verandi ovni á Hjalla.

Harumframt vórðu 1.015 tons koyrd í ballir og sent til Danmarkar at brenna. Hetta var, tá ið ovnurin lá stillur vegna umvælingar.

 – Brennitíðin í fjør var 7.840 tímar, sum svarar til 89% av tíðini. Tað er vinnan, ið kemur við tí mesta av burturkastinum, nevniliga 7.270 tons. Harnæst er tað húsarhaldsburturkast, sum var 5.283 tons. Annað burturkast var 4.269 tons, sigur John Erik Hansen, leiðari á KB.

Rusknøgdirnar eru vaksnar sera nógv seinnu árini. Eisini á brennistøðini hjá IRF á Hagaleiti verður nógv brent.

##med2##

Í fjør brendi IRF tilsamans 27.288 tons av ruski, og tað svarar til 74,8 tons um dagin um býtt verður við allar 365 dagar í árinum. Áðrenn umbyggingina brendi IRF munandi minni. Í 2017 var talið 52,8 tons um dagin.

Á grafinum sæst, hvussu stórar nøgdir eru brendar seinastu 10 árini í ávíkavist brennistøðini á Hjalla og á brennistøðini í Leirvík.

IRF fekk nýggjan ketil í 2018 umframt at aðrar umvælingar vórðu gjørdar. Av tí sama kann IRF nú brenna munandi meira, enn teir gjørdu áður. Tí er vøksturin so stórur í 2019.

Viðmerkjast skal eisini, at síðstu 10 árini hava brennistøðirnar hjálpt og brent fyri hvørja aðra, tá ið umvælingar ella óhapp eru hend.

##med3##

Orkuframleiðslan, sum Fjarhitafelagið fekk frá Kommunalu Brennistøðini í fjør, var 73% av samlaðu orkuframleiðsluni hjá Brennistøðini.

Kommunala brennistøðin sendi eisini 814 tons av pappi og pappír til endurvinningar.