Mest uttanumtos!
Nógv er gjørt burturúr uttanumtosi, so seint sum í seinastu útgávu viðgerð Fregnir fyrra partin av uppskotinum, tað at Landsstýrið ikki hevur verið í Løgtinginum við hesum álvarsama fíggjarliga máli. (Teir á Fregnum hava forrestin ikki havt áhuga í at tosa við teir, ið uppskotið eiga, men spyrja aðrar!!!) Høvdu allir hesir havt tímað at lurta eftir 1. viðgerð á Løgtingi, ella tosa við uppskotsstillaran, so høvdu teir hoyrt, at orsøkin einfalt er eitt krav frá Løgtingsskrivstovuni, frá sefrøðini har, sum kravdi handan partin við, fyri at vit í heila tikið kundu leggja uppskotið fram. Mær og Miðflokkinum er fólkaatkvøðan tað avgerandi, tað løgfrøðiliga kunnu løgfrøðingar klandrast um so galið teir vilja, men journalistar áttu at kunna gjøgnumskoða orðaskvaldur teirra!!!
Hoyra teir ikki neyðarrópini?
Meira og meira er okkum tó vorðið greitt, at fleiri av aktørunum í hesum leiki mangla ein grundleggjandi førleika fyri at meta um uppskotið, fyrst av øllum at teir neyvan ikki kenna støðuna, ið vanligi føringurin dagliga livir undir. Best og ódámligast kemur hetta til sjóndar í omanfyrinevndu samrøðu Fregnir hevur við advokatin. Niðurstøða hansara er at:
? fólkaatkvøðu hevur tú bert, um týðandi, tyngjandi, avgerandi og djúptøknar avgerðir, sum kunnu ávirka hvønn einstakan borgara munandi bæði nú og í framtíðini? (samandáttur úr greinini) og síðani letst hann sum um samfelagsliga støðan í løtuni er bæði trygg og góð.
Slík niðurstøða um støðu samfelagsins kann bert koma frá manni, sum dagliga letur aftur bæði oyru og eygu!!!, tí: ikki er dagur uttan neyðarróp frá onkrum av veiku samfelagsbólkunum.
?tey rópa um hjálp, tey, sum eiga børn, ið bera brek, tí sum ellisárini nærkast frykta tey fyri hvussu verður við óhálpnu børnum teirra, tá tey sjálvi náttúrliga flyta burtur?
?runt landið liggja hjálparleys gomul og biðja og vóna ta røkt, sum samfelagið tey hava bygt upp átti at veitt teimum, meðan advokaturin og fylgi meta at væl stendur til?
?foreldur sleppa ikki út á arbeiðsmarknaðin afur, tí byggjan av stovnum til børn teirra verður afturumprioriterað ? og frá skúlaleiðarum hoyrast harmaljóð um m.a. manglandi játtan at hjálpa teimum børnum, ið serligan tørv hava. Og samstundis finnur tolni føroyingurin seg í at standa á mánaðarlongum bíðilistum fyri at koma á sjúkrahús til neyðugar viðgerðir.
Meðan alt hetta hendir biður samgongutinglimur Landsstýrið og Løgting um at seta kanning í verk av Jenis av Rana, tí hesin á Løgtingi vágar sær at vísa á hesar veikleikar.
At tú ikki sær, merkir, hoyrir ella á annan hátt registrerar hesa samfelagsstøðuna kann bert skuldast, at tú ferðast á samfelagsligum rókum har trupulleikar eru eitt ókent fyribrigdi. Men tað gevur tær ikki rætt at nokta fyri at støðan hjá mongum er beinleiðis vónleys!!!
Hvør eigur blokkin?
Tað er mitt í hesum veruleika at Føroya Landsstýri, ið skuldi verið tænari og verji hins einstaka, sendir boð til danir og biður teir endiliga ikki senda okkum kr. 340 mió!!! Er tað undarligt at Miðflokkurin heitir á Landsstýrið um at umhugsa hesa avgerð og um ikki annað so at geva teimum, ið avgerðin rakar, høvið at verða hoyrd? Er tað ikki annað enn rímiligt?
Frá byrjan av hevur Miðflokkurin ført fram og heitt á landsstýrið um at fáa gjørt eina fíggjarliga uppgerð við danir. Vit ynsktu at fáa avlíva tosið um at blokkurin er ein gáva frá dønum. Vit meta nevniliga, til annað verður prógvað, at danir á hvørjum ári vinna pening uppá Føroyar ( hugsa bert um tað upphædd teir hvørt ár spara uppá Nato »limagjald« vegna Nato virksemi í Føroyum. Ella tað upphædd, ið hvørt ár fellur í fremmandar ríkiskassar vegna gjald fyri at flúgva í Føroyskum loftrúmi). Landsstýrissamgongan segði seg frá byrjan av verða samda í hesum sjónarmiðum Miðfloksins og ynskti at fáa samráðingar við danir um hetta, men knappliga hálsaðu teir um, søgdu at danir vildu ikki tosa um slíka fíggjarliga uppgerð, spurningurin er so hví? Varð onki um pástand okra, so átti at vera lætt á hendan hátt at avlíva hann.
Landsstýrisins grundleysa knæfall
Tíverri boygdi Landsstýrið seg ? samstundis sum hesir í vár sleptu fullveldisætlanini, so bert eitt ivasamt neyðaregg er eftir. Men tíverri boðaðu teir eisini dønum frá, at vit skulu hava 350 mió. minni í blokkstuðli komandi ár. Hetta metir Miðflokkurin er ørskapur og beinleiðis ábyrgdarleyst, vilja danir ikki samstarva um at kanna fíggjarligu viðurskiftini, so skulu vit ikki kapitulera og einsæris bjóða teimum pening, pening, sum vit meta er ogn hjá hvørjum einstøkum føroyingi. Tað minsta vit mugu krevja er, at landsstýrið letur vanliga føroyingin taka støðu til hendan niðurskurð av blokkinum, tí tað er hóast alt hesin, sum í síðsta enda eigur tann pening, sum nú »skal sendast« dønum, uttan skjalprógv fyri at hesir eiga meira rætt til hann enn vit.
Eitt er at Landsstýrið ikki við fólkaatkvøðu vil(di)/ tordi geva føringum avgerandi orðið um fullveldið ella ikki, tað er so rættur teirra. Men ógrundað er avgerð teirra at taka 30-40.000 kr. frá hvørjum føroyskum húski (og tað bert fyri ár 2002) við einastu grundgeving at skula prógva eitt ella annað yvirfyri sær sjálvum ? nærmast barnsligt, fyri at siga tað milt.
Tí hendan áheitan á einstaka lesaran/borgaran og veljaran:
?nýt tín sjálvsagda rætt at krevja at hann/hon, sum tú valdi at umboða teg á Løgtingi virðir teg so frætt, at geva tær møguleikan at kunna siga tína hugsan um hetta stórmál á tí fólkaatkvøðu sum Miðflokkurin hevur skotið upp.