Hvønndagsútbering í Eysturoynni


Frá í komandi viku fer blaðútberingin hjá Prentmiðstøðini eisini at fevna um Fuglafjørð, Leirvík og Gøturnar

Føroysku bløðini hava nú tikið enn eitt stig, til tess at koma nærri haldarunum úti á bygd. Í nøkur ár hava haldarar í Havn fingið bløðini borin út, sama kvøld sum tey eru prentað. Fyri stuttum kom Klaksvíkin eisini í hendan bólkin, og nú sleppa so haldarar í Fuglafirði, Leirvík og í Gøtu eisini upp í part.
Nýggja útberingin fer at virka frá mánakvøldinum, tá týsdagsbløðini hjá Sosialinum og Dimmalætting altso verða bornar haldarum á hesum støðum.