Í gomlum tíðum var greitt uppgávubýti millum mann og kvinnu. Maðurin skaffaði føði og pening til heimið, og hevði tey álitisstørvini sum vóru uttanfyri heimið. Kvinnan hevði ábyrgd av at matgera, halda reinføri, ansa børnum og hava umsorgan fyri gomlum og óhjálpnum í familjuni. Tá tíðirnar broyttist var væntandi, at alt fór at gerast lættari. Hjá monnum var uppgávubýtið tað sama sum altíð: skaffa pening og føði til familjuna og passa álitisstørv uttanfyri heimið. Tá kvinnurnar fóru út á arbeiðsmarknaðin gjørdist stóri spurningurin: Hvør skal ansa børnum, gomlum og óhjálpnum? Jú, í fyrstani var tað langommur, ommur, mostrar, fastrar, systrar og døtrar, inntil tær so eisini fóru út á arbeiðsmarknaðin. So hvørt sum kommunurnar fingu kvinnuliga umboðan, komu barnagarðar og kommunal barnaansing. At enda kom heimahjálpin, og fungeraði ómetaliga væl í fleiri ár. Tær tóku sær av sjúkum, gomlum og óhjálpnum í egnum heimi. Men tá myndugleikarnir so skuldu spara pening – og løgtingið onga kvinnuliga umboðan hevði – gekk tað fer eftir fer út yvir heimarøktina, so tað gjørdist ein stór skomm. So komu eldrasambýlini, her hildu myndugleikarnir helst, at tað var bíligari at savna gomul fólk saman. Tað einasta hesi gomlu fólkini høvdu í felag var, at tey eru gomul. Tíbetur komu røktarheimini. Vælútbúgvin fólk røkta tey gomlu og óhjálpnu. Næstan øll hesi starvsfólkini eru kvinnur, og tey hava enn onga umboðan á tingi. Nú skal sparast aftur, skorið verður niður av starvsfólki fer eftir fer, og kvinnurnar renna skjótari enn kvinnur nakrantíð hava runnið.
Góðu kvinnur, komið fram, stillið tykkum undir liðina á manninum, og veljið eina kvinnu inn á ting!