Hví ikki royna demokrati?

      

Nú verður løgtingsval, og tann 20. januar 2004 vita vit hvørji tey 32 verða, sum vit hava givið heimild til at avgera okkara framtíð.
Tungar eru tær avgerðir, sum komandi løgting fer at taka okkara vegna.
Danmark, sum vit eru saman við, hevur í 1000 ár verið eitt sjálvstøðugt ríki. Innan fyri eitt ella tvey ár skulu danir taka støðu til, um ríki teirra skal leggjast niður. Lítil ivi er um, at teir fara at taka undir við hesum uppskoti, so Danmark fer at gerast eitt deilríki í Evropeisku uniónini.
So kemur upp spurningurin: hvat við okkum?
Tá er avgerandi, hvør okkara støða er til Danmark.
Tíbetur eru øll tey, sum skil hava fyri hesum viðurskiftum, greið yvir, at Føroyar saman við Grønlandi er er eitt deilríki í eini unión, har bert eitt annað deilríki er, og tað er Danmark.
Vanliga hugsa vit ikki so nógv um at so er, tí síðan 1661 hava vit lagt alt lóggávuvald, gerðarvald og dómsvald til kong okkara, sum hevur latið onnur tikið sær av hesum málum. Frá 1849 hava tað verið ráðharrar hansara og teir hava so latið heimastýrini í Før-oyum og Grønlandi eins og kommunur fingið nakað av tí valdi, vit hava latið kong hava.
Men tað vald sum eftir er hjá kongsins ráðharrum er stórt. Teir hava hervaldið, løgregluna, og so hava teir eisini myndugleikan til at gera sáttmálar við onnur lond, soleiðis at hesir sáttmálar eru galdandi fyri okkum.
Hetta er eitt vald sum teir nýta. Tá teir í 1949 undirritaðu norðuratlandshavssáttmálan, kom tað ikki upp á tal at vit skuldu spyrjast, sjálvt um sáttmálin var galdandi fyri bæði Grønland og Føroyar. Tá sambandsmaðurin Poul Nicla-sen spurdi á danatingi, um vit ikki skuldu sleppa at siga hvat ið vit hildu, var svarið eitt háðandi nei.
Nú er Danmark farið upp í kríggj í Irak. Í samveldis-sáttmála okkara við Danmark verður sagt, at annað ríkið kann ikki fara í kríggj uttan at hitt gevur sítt samtykki. Hví kann Danmark so fara í kríggj uttan okkara samtykki? Svarið er, at vit hava givið okkara samtykki upp á forhond við framveg-is at góðkenna at liva undir 1661-konstitutiónini og ikki síggja til fáa eina aðra í staðin fyri.
Tá Danmark fer upp í Europasamveldið, samtykkja teir harvið at fara í kríggj við tey lond, sum tað hóvar hesum samveldi at senda sína hermegi ímóti. Limaskapurin í samveldinum fevnir tí eisini um okkum eins og danski NATO-limaskapurin ger tað, og eins og danska kríggið móti Iraq eisini er okkara kríggj.
Hvat kunnu vit gera við hetta?
Higartil hava vit tikið undir við tí ódemokratisku 1661-konstitutiónini við einki stig at taka til at taka hana av.
Men kunnu vit tað?
Ja, tað kunnu vit!
Tað sum ger tað so ringt hjá politikarum okkara at foreina seg við, at nakað kann gerast við hetta mál, er at vit sum føroyingar ikki kunnu gera nakað við hetta mál einsamallir, tí deilríki okkara fevnir eisini um Grønland. Grønlendingar hava heldur ikki einsamallir rætt til at taka av ta konstitutión sum vit hava saman við teimum. Fyri at koma nakra leið og fáa demokrati í lag í ríki okkara, er neyðugt at okkara landsstýri vendir sær til grønlendska landsstýrið og at vit gera eina felags stjórn, sum kann umboða okkum mótvegis okkara uniónsfelaga.
Tað natúrliga er, at ein slík felags stjórn hevur ábyrgd mótvegis einum tingi, sum er valt av øllum íbúgvum í deilríki okkara.
Men kunnu danir ikki bara siga nei til at vit velja eitt slíkt felags ting?
Nei, tað kunnu teir ikki.
Orsøkin til hetta er, at samveldissáttmálin sigur at borgararnir í deilríkjunum sjálvir stýra teimum, og konstitutión okkara frá 1661 sigur, at kongur ikki kann broyta hana, men bert tey innbornu.
Hvussu langa tíð hevði tað tikið at fingið demokrati í lag í ríki okkara og harvið givið okkum sama rætt sum Danmark til at stýra ta unión, sum vit hava við Danmark?
Siga vit, at nývalda landsstýrið sum sína fyrstu gerð vendir sær til grønlendska landstýrið og landsstýrini semjast um at velja eitt felags ting, so skal vallóg gerast og finnast skal fram til, hvar umboðini skulu møtast. Hetta kann helst ikki klárast upp á minni enn tveir mánaðir.
Tá hetta tingið er sett, hevur tað alt lóggávuvald, gerðarvald og dómsvald í ríki okkara.
Hevur danski forsætisráðharrin hug til at fara í nýggj kríggj, so sleppur hann ikki uttan so at stjórn okkara góðkennir hetta. Um so er at danskir politikarar halda at Danmark skal fara upp í tann nýggja europeiska statin, so kemur hetta ikki upp á tal uttan at vit siga ja til at vera við.
Tað sum føroysku veljararnir til hetta løgtingsvalið hava í at velja er tí annaðhvørt at halda fram við at liva undir tí núverandi ódemokratisku skipanini, ella fáa í lag demokrati í ríki okkara.a