Hansara yvirskrivt: Rolf og atlas »Elfinbeinskysturin«. Hvaðani hevur Kári hatta frá. Ikki frá mær.
Víðari sigur hann: »Nær er tað vorðið konsensus í internationalari geografi at brúka donsk nøvn um heimsins lond?« Og hann heldur fram: »Hví skulu vit gera tað í Føroyum?«
KL fær tað at ljóða, sum eg vil hava at international geografi skal brúka donsk nøvn. Svarið er klárt – hatta havi eg ongantíð sagt, og heldur ikki meint.
KL fær tað at ljóða, sum eg vil hava at vit brúka donsk nøvn í Føroyum. Svarið er klárt – hatta havi eg ongantíð sagt, skrivað ella meint.
Tá slíkar misskiljingar (ella eru tað skuldsetingar?) vera koyrdar fram, so er lítið at diskutera. Tað nyttar einki.
Til Kára’sa upplýsing kann eg siga, at eg havi lagt eitt uppskot fram í grein her í Sosialinum fyri tveimum árum síðani við nøkrum meginreglum fyri, hvussu staðanøvn í fremmandum londum kundu verið viðgjørd. Niðurstøðan verður prentað her niðanfyri.
Eitt meira umfatandi verk um skriving av staðanøvnum liggur frammi á heimasíðuni hjá »Máltænastuni«, her HYPERLINK "http://www.umseting.fo/" www.umseting.fo.
Konventionell føroysk nøvn. Av hesum eru nøkur fá: Keypmannahavn, Oyrasund, Hetland, París (við í), og nøkur landanøvn, serliga í Europa. Týskland - Deutschland. Frankaríki - France. Spania - España. Hesi konventionellu nøvn skula sjálvandi brúkast, men set tað rætta/nationala navnið aftrat í parentes.
Respektera hini málini. Brúka - so vítt gjørligt - nøvn, soleiðis sum londini sjálvi brúka og stava tey. Ikki Køgevík, men Køge Bugt. Ikki Fjón, men Fyn. Ikki Ísafjørður, men Isefjord.
Brúka transkribtiónsreglurnar, sum eru alment galdandi, tá russisk, arabisk, kinesisk, indisk, armensk og øll onnur serlig alfabet skulu týðast og skrivast við latínskum bókstavum.
Brúka internationalar samtyktir og tilmælir. Nógv ivamál eru. ST hevur nevndir (m.a. UNGEGN), ið arbeiða við málinum. Onnur lond hava universitet og stovnar, sum royna at halda skil á. Føroyar hava einki.
Leggja seg tætt at teim skandinavisku londunum. Mítt uppskot er einfalt, at leggja seg tætt upp at tí, sum Skandinavisku londini Danmark, Svøríki og Norra gera, og so skeita at tí eingilska, sum í okkara tíð er heimsmálið, eitt ”lingua franca.” Lat íslendingar koyra sítt solo-loyp.
Minka um exonymir (nøvn, sum eitt mál brúkar um nøvn í øðrum máløki). Í atlassinum er ein keðiligur tendensur til at dyrka tey og uppfinna nýggj. Ikki Stokkhólmur, men Stockholm. Ikki Danmørk, men Danmark. Ikki Suðuroyggjar, men Hebridur ella Hebridies.
Droppa arkaiisering. (Tað at gera málið arkeiiskt, gera tað gamalt: at finna gamlar formar, sum fyri langari tíð eru horvnir úr tí livandi málinum.Tað verði seg úr íslendskum søgum, gomlum kvæðum og gulnaðum skjølum). Ikki Burgundarhólmur, men Bornholm. Ikki Líðandisnes, men Lindesnes. Ikki Bjørgvin, men Bergen.