Gerhard Lognberg, løgtingsmaður
Tað harmar meg, at okkara gamla Útvarp við nú 50 árum á baki hevur hug at forfylgja summum politikkarum.
Í mínum føri hevur samrøða verið gjørd við meg um morgunin, og er hetta tikið av skránni um kvøldið. Ella tá ið eg sendi spurningar, ið eg havi sett í tinginum til Útvarpið, so síggja teir sjálvdan dagsins ljós. Tað er nú soleiðis at tíðindi koma út!
Í gjár bórust tíðindini, at eg var farin í farloyvi í nakrar vikur, og var hetta triðu fer í hesum 4 ára skeiði.
Jú tit í Kringvarpinum, grundin til at eg fór í farloyvi var tann, at eg kom í eitt ferðsluóhapp, og endaði á skaðastovuni.
Tit í Kringvarpinum hava ongastaðni sæð, at eg eri fari í farloyvi í nakrar vikur, men til og við 20. í hesum mánaði.
Teir 20 dagarnar, eg havi verið í farloyvi, hevur verið vegna sjúku, og tað eru vit ikki harrar yvir. Um tit hava hug at bera tíðindi um mín persón, so eru til vælkomin at ringja til mín, ella floksskrivaran, og ikki servera lygnir fyri Føroya fólki.
Og nú verði eg frá, um alt gongur væl, í 13 dagar og ikki í nakrar vikur.
Men eg eri púra greiður yvir, at hetta er beinleiðis forfylging, av ávísum útvarpsfólki, grundað á meiningar mínar á tingi.