Hví fiska vit so lítið?

- Tað sæst týðiliga, at broytingar í fiskiskapinum í stóran mun verða reguleraðar av fleiri viðurskiftum enn veiðitrýstinum, halda teir, sum skipaðu fyri fiskivinnuráðstevnuni í Klaksvík

Ráðstevna

 

Hyggja vit at heildarveiðini undir Føroyum, eru veldugar broytingar at síggja í tíðarskeiðinum 1971 til 2005.

Fyrst í sjeytiárunum var veiðan umleið 100.000 tons, men í dag liggur veiðan millum 600.000 og 700.000 tons um árið.

Tað er serliga veiðan eftir uppisjóvarfiski, ið stendur fyri stóru økingini.

Men hvønn týdning kunnu vit so vænta, at økingin í uppisjóvarveiðini við Føroyar hevur á kringumstøðurnar á okkara leiðum?

Ein annar spurningur er hjáveiðan hjá uppisjóvarflotanum, sum kann ávirka botnfiskaveiðina hjá línubátunum og trolarunum, sum fiska við Føroyar.

Fiskiskapurin eftir botnfiskasløgunum toski, hýsu, upsa, brosmu, longu og blálongu er seinastu 17 árini eini 14.000 tons minni, enn veiðan var tey 17 árini frammanundan.

Í miðal fiskaðu vit 102.000 tons um árið í tíðarskeiðinum 1972 til 1988, men árini 1988 til 2005 fiskaðu vit einans 88.000 tons í miðal um árið.

Teir, sum skipaðu fyri fiskivinnuráðstevnuni í Klaksvík, Auðunn Konráðsson, Óli M. Lassen og Jákup Sólstein, halda, at hesi veiðitøl seta stórar og viðkomandi spurningar til okkara fiskivinnupolitikk.

- Henda broyting er ikki íkomin, tí flotin er broyttur so nógv í hesum tíðarskeiði. Helst stavar orsøkin frá økisfriðingunum, fiskidagaskipanini og øðrum.

Teir tríggir reisa tí spurningin, um vit føroyingar ikki tora at gagnnýta tað tilfeingið, sum er rundan um okkum?

- Botnfiskaveiðan var sera góð í sjeytiárunum, miðskeiðis í áttatiárunum og aftur fyrst í 2000.

Auðunn Konráðsson, Óli M. Lassen og Jákup Sólstein ásanna, at veiðimynstrið undir Føroyum er broytt sera nógv árini 1971 til 2005.

- Tað sæst týðiliga, at broytingar í fiskiskapinum í stóran mun verða reguleraðar av fleiri viðurskiftum enn veiðitrýstinum – og ein áhugaverdur spurningur er, hví fiskiskapurin altíð fellur aftur, tá veiðan av botnfiski kemur upp ímóti teimum 120.000 tonsunum, spyrja teir tríggir.