- Eg skilji ikki hvat Poul Michelsen vil við hasum uppskotinum. Og eg skilji als ikki, hví hann ikki fer eftir BankNordik samtakinum eisini, tí har er støðan í veruleikanum tann sama, tá ið umræður persónssamanfall, sigur Arni Brattaberg, formaður í ovastu nevndini í Betri samtakinum (fyrr rópt nevndin í TF Holding).
Útsøgnin kemur í samband við, at ársaðalfundur er í Ognarfelag Tryggingartakarana á Hotel Hafnia fríggjadagin, har millum annað bygnaðurin í samtakinum og persónssamanfallið verður til viðgerðar.
Tí limir í Ognarfelagnum hava sent uppskot inn til ársaðalfundin, har nøkur uppskot til broytingarí samatakinum verða viðgjørd.
Og sum skilst eru nøkur uppskot lík tí, sum Poul Michelsen hevur ført fram í lógaruppskotinum, sum er sent til hoyringar.
Men Arni Brattaberg, nevndarformaður, skilur als ikki støðuna hjá landsstýrismanninum.
- Í okkara samtaki er forstjórin í móðurfelagnum eisini forstjóri í fyritøkunum undir felagnum. Í hinum sterka samtakinum, BankNordik, gongur forstjórin aftur í øllum nevndunum í fyritøkunum undir samtakinum, vísir Arni Brattaberg á.
Hann heldur at um landsstýrismaðurin vil gera lógarverk fyri at forða fyri persónssamanfallið í fíggjarsamtøkum, so má persónssamanfallið í BankNordik eisini koma til viðgerðar.
- Tað er í fínsta ordan, at man vil tryggja føroyska peningageiran. Vit halda bara tað er skeivt, at man bara vil inn at gera lógir um Betri og ikki um samlaða fíggjargeiran, sigur Arni Brattaberg og vísir á, at persónssamanfall er púra vanligt í slíkum samtøkum.
Víðari vísir hann á, at tá ið umræður tann partin av lógaruppskotinum, sum snýr seg um at tryggja fíggjarviðurskiftini í samtakinum, so er eingin orsøk til stúran.
- Vit hava bygt okkara samtak eftir lógini, og tað er eingin ivi um, at samtakið er trygt fíggjarliga, sigur Arni Brattaberg.
Meira um ársaðalfundin hjá Ognarfelag Tryggingartakarana á in.fo seinni.