Ein gamal vinmaður, Karl Nolsøe, sáli, segði einaferð eina søgu um gentu í Vági, sum skuldi norður eftir at giftast. Vágbingar mannaðu bát at fara norður eftir við einum tarvi. Men veðrið var so ringt, at gentan hættaði sær ikki at fara við.
Fleiri mánaðir seinri vóru líkindi - men tá var norðanmaðurin longu giftur! Gentan fór av vitinum og gekk og læt: ?Hví fór jeg ikki, tá íð tarvurin fór? til sín doyggjandi dag!
Sama søga rennur mær í hug, nú ?undirmálastýrini? í Havn eru ósamd um, hvør hevur ábyrgdina av seinasta føroyska tarvinum. Gríma hevur kanska brúk fyri hesum AMATØRUM!
Á flatlondum flentu okur at ?tarvinum hjá barninum?!
Tað eitur á donskum ?barnets tarv?!
Men hvussu við tarvinum hjá suðuroyingum?
Hvørja einastu ferð, at ein nýggjur fulltrúi verður settur í Havn, er hetta einki annað enn sosialhjálp til Miðstaðarøkið!
Skattaprosentið lækkar, húsaprísurin fer á flog - og hesin vælsignaði búskapur kemur upp á kók! (Sum ikki einaferð!)
Men tað man vera sum, tá ið kellingin pissaði í sokkarnar!
Stokkutur varmi!
Støðugt fleiri suðuroyingar eru farnir at halda, at okur høvdu klárað okkum nógv betur uttan Norðanfjørðsveldið!
Ein fólkaatkvøða kundi givið okkum rættin til ríkidømið á sunnanfjørðsleiðum! ST-samtyktin - um rættin hjá fólki til sjálvi at avgera lagnu sína - er væl eisini galdandi fyri oyggjar?
Hví ger Útvarpið ikki eina kanning av, hvat suðuroyingar halda um skilið!? Eina meiningakanning? Tað átti at verið rúm ímillum ?reyðkál og bíligar WC-rullur í Runavík?!!!
Men støðan í Tjetjnia og í Eysturríki hevur størri týdning enn støðan í Suðuroy!
Suðuroyar Sjúkrahús liggur í skeljasori - takkað verið Helenu, sum skuldi hava sín vilja! Hon varð bangað uppá pláss í Klaksvík og í Havn! Men í Suðuroy - har hon og sjarmørurin hava nakrar fáar atkvøður - har fekk hon sín vilja!
Vágbingar vistu hvønn veg tað bar, tá ið postverksstjórin var settur! Okur kenna mannin aftur, sum á sinni var sendur suður á flakavirkið í Vági at koyra fólk til hús!
Landstýrismaðurin hevur eisini hótt við - um Verkið ikki verður privatiserað - at geva stjóranum ?neyðugu boðini?!
Skjótt verður hornið á bláum botni farið í søguna!
Føroyski tarvurin er um at doyggja út!
Skal Suðuroyggin fara sama veg, sum tarvurin!?
So SMS-Varpið kann spæla skotska seyðasangin: ?Hello, Dolly??
Og landbúnaðarálitið aftur skal verða: ?Molly? (Langa Lív?)
Og nýføroyski tarvasangurin av Royndarstøðini: ?Hello, Bully??
Og Carlsbergbjórið, sum bjarga skal gamla býlinginum í Koltri?
Gakk og stikk av! - Hví fór jeg ikki, tá ið tarvurin fór!?