Hví er so ringt at gevast at roykja?

-

Eitrið, sum er í tubbaki, er ikki minni turvelvandi enn heroin og kokain. Tá ið tú roykir tubbak, kveikjast mótstøðustøð í nervalagnum í heilanum. Tá ið móttøkustøðini ikki fáa nóg mikið av tubbakseitri, verður tú illa fyri. Kroppurin tørvar tubbakseitur bara til at føla seg vanligan.

Er vanligt, at tú merkir, at tú roynir at gevast?

Ja, nógv ymisk eg eyðkenni hoyra vanliga til, tá ið tú roynir at gevast. Ikki øll føla tað sama. Nøkrum fellur tað merkiliga lætt. Hjá øðrum stendur ikki so væl til í nakrar dagar.

Hvørji felagseyðkenni eru og hvat fái eg gjørt, so eg megni tað?

Verður tú erkvisin - far ein gongutúr, far í brúsubað, anda djúpan, jagla tyggigummi við nikotini í. Verður tú eitt sindur í ørviti, flyt teg eitt sindur spakuligari, skift spakuliga støðu. Fært tú ilt í høvdið, anda djúpan, fá tær eina aspirin. Møðist tú, syrg so fyri at tú fært góðan svøvn, fá tær ein eyka blund, royn og slepp tær undan trýsti, jagla tyggigummi við nikotini í.

Kemur svøvnloysi á teg, drekk so ikki kaffi eftir kl. 18, anda djúpan.

Fert tú at hosta, drekk so nógv vatn, fá tær hostabomm ella kandissukur.

Fært tú ikki savnað tankarnar, royn at lætta um arbeiðsbyrðuna í nakrar dagar, slepp tær undan trýsti.

Broytist sodningin, drekk nógv vatn, et frukt og grønmeti saman við hinum, tú etur.

Kennir tú svongd, drekk nógv vatn, hav munnbitar hjá tær, sum ikki er fullir av kalorium og feitti.

Leingist tær eftir tubbaki, stand ímóti trongdini; tubbakshungurin minkar.

Hvussu leingi merkir tú, at tú nýliga ert givin?

Eyðkennini eru bara í byrjanini! Fyrstu tveir dagarnir eru vanliga teir ringastu. Tað er tíðin, tað tekur at skola tað mesta av tubbakseitrinum burtur úr kroppinum. Tær næstu tvær vikurnar siga roykjarar seg kenna færri og færri árin.

Hvussu "dragi eg andan djúpan"?

Set teg niður ella legg teg og royn at hvíla. Fá hugin at klárna. Fyll lunguni spakuliga, meðan tú telur upp í 5, halt andanum, meðan tú telur upp í 3 til 5. Blás so spakuliga luftina út, meðan tú telur upp í 5. Ger hetta 5 ferðir umaftur. At draga andan djúpa fyllir blóðið við súrevni og hevur tað við sær, at blóðtrýstið lækkar. Roykjarar kunnu læra seg hetta sum partur av fyrireikingunum til at gevast. Tað er gott at duga hjá øllum, sum royna at sleppa undan trýsti!


Næstu ferð: "Hví tað loysir seg at gevast"h;llum mismuni millum einstaklingar og stættir.

Ein sjálvsagdur táttur í hesum stríðnum fyri samfelagsligum frælsi er at vit tjóðskaparliga eisini vilja standa á egnum beinum, at vit gerast búskaparliga sjálvbjargin og eisini ráða okkum sjálvi til fulnar - so vit sum búgva í hesum landi, og ongin annar, skulu ráða fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag.. Men vit ásanna, at vit hava ídag ikki allar tær búskaparligu og fyrisitingarligu fortreytir sum skulu til, og tí er fyrsta stigið, at vit miðvíst fara eftir at útvega okkum tær, at vit nú fara at leggja grundarlagið, sum einar frælsar Føroyar kunnu standa á. Javnaðarflokkurin loypir ikki eftir einum fullveldi, sum búskaparligt og fyrisitingarligt grundarlag ikki er undir, og sum vit skulu gjalda fyri við skerdum samfelagsligum frælsi.

Jú, eg haldi tað er so náttúrligt, at ein sosialistur og sjálvstýrismaður hoyrir heima í Javnaðarflokkinum. Tá eg svaraði Manna síðst, vísti eg á, at tað hava verið gjørdar fleiri royndir at skipa politiskar flokkar vinstrumegin Javnaðarflokkin, sum tó allar eru so syndarliga miseydnaðar. Mín niðurstøða av hesum royndum var, at tað neyvan fer at verða rúm og vónandi heldur ikki neyðugt við nýggjum vinstraflokki. Tað er mín sannføring, at tey vinstrahallu sjónarmiðini skulu kunna rúmast í og vera ein partur av tí føroyska Javnaðarflokkinum. Tað var m.a. út frá hesi greiðu fyritreyt at eg á vári 1998 játtaði at fara uppí og stilla upp fyri Javnaðarflokkin.

Eg havi eisini sannað, nú meir enn tvey ár eru farin, at tað er hugsjónarliga rúm í Javnaðarflokkinum, her er vítt til veggja, ofta í sera lívligum og hvassum orðaskifti, um sosialismu og sjálvstýri, um neyðsemjur í gerandisdegnum og um politiskar hugsjónir. Men eg skal viðganga, at eitt mál hevur lagt seg tungt yvir alt og troðkað øll onnur spennandi mál til viks - tað er hetta stríðið um fullveldi ella sjálvstýri. Tí eri eg ein teirra, sum gleði meg til vit hava fingið lagt tað afturum, og tað aftur verður møguligt at viðgera verulig samfelagsmál, uttan at støðutakanin í hesum stríðnum skal forða fyri samstarvi millum teir flokkar, sum annars áttu at staðið saman, nevnliga Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.


Hans Pauli Strøm,

javnaðarmaður