Eg kann taka undir við tær at ymiskt er, hvussu fólk uppfatað tað, sum skrivað verður, og tá eg læs grein tína, fór eg at ivast í, um tú gekk ørindi fyri onkran – tí tað kann ikki verða so galið, at ein løgtingslimur kennir so lítið til tær broytingar, sum henda - eitt nú innan læknavaktina og tilbúgvingina í m.a. Eysturoynni og Norðoyggum.
Tú skrivar, at lokala stríðið má enda og vísir til tað, sum Norðlýsið hevur víst á nú tænastan til borgarar í norðoyggjum og eysturoynni viðvíkjandi kommunulækna og tilbúgving/politi verður skerd.
Tað ørkymlar ikki sørt, at ta stuttu tíð, sum tú hevur sitið í løgtingum, hava borgarar í Eysturoynni, Vágunum og Norðoyggjum mist týðandi part av kommunulækna-tænastuni.
Spola vit tíðina aftur eini fimm, seks ár so høvdu vit "fyri borgaran" eina sera góða tænastu sum kallaðist Kommunlæknaskipanin.
Sum dømi kann eg nevna, at um sonur mín (í Klaksvík) ella eitt av børnum tínum (á Strondum) gjørdust sjúk eftir kl. 16 yrkadagar, ja so ringdi tú til vakthavandi kommunulækna og løtu seinri kom læknin inn til okkara - heima við hús. Fyri fáum árum síðan gjørdist omma mín brádliga sjúk um miðnáttarleitið á páskum - meðan vit vóru stødd í summarhúsum á Selatræ. Tað gekk ein góð løta, so kom kommunulæknin inn í stovu okkara, og omma fekk viðgerð. Hann greiddi frá, at hann hesa somu nátt hevði verið m.a. í Leynum og á Eiði - hann var móður – men hevði tjent góðar pengar – og tað var honum væl unnt.
Á tíni vakt sum løgtingslimur hava vit mist hesa tænastuna, og nú mugu vágafólk, eysturoyingar, streymoyingar og norðoyingar á nátt, summri ella vetri, sjálvi útvega sær bil og flutning og síðani koyra til Havnar. Í Havn er tænastan munandi batnað. Tey kunnu alt samdøgrið spasera inn til vakthavandi kommunulækna og hava kanska ikki eingang tørv á bili.
Samstundis hevur útreiðslustøðið hjá sjúkra-, lands-, og kommunukassunum til kommunulæknatænastuna ongantíð áður verið størri. Men ein kann sjálvandi fegnast um at arbeiðsbyrðan hjá Andreas Petersen, Jaspur Petersen, Marius Dam, Jenisi & Co. er munandi minkað. Kanska júst tí varð neyðugt so seint sum í oktobermánaði í fjør at geva kommunulæknunum eina lønarhækking uppá 17% av grundlønini.
Sjúkrakassin betalir millum 50 og 60 milliónir krónir um árið til kommunulæknarnar í tænastugjøldum og øðrum – samstundis sum kommunurnar gjalda útreiðslur - sum hølir, klæðir, amboð o.a.t. og tað fegnast vit sjálvandi um - tí øll vilja hava eitt "vælvirkandi" heilsuverk.
Meðan tú Helgi hevur sitið á vakt í løgtinginum hevur Hans Pauli verið so óførur at sama dag sum hann gav kommunulæknunum gyltu hondina - setti hann ein bólk at gerða eina heilt nýggja skipan á kommunulæknaøkinum – í bólkinum sitað fýra kommunulæknar og fýra embætisfólk. Tann skipanini fer neyvan at seta størri krøv til tænastuna enn verðandi skipan tá eingin er í bólkinum, sum umboðar brúkaran – og læknarnir vita jú betri enn vit "deyðiligu" hvat tað er sum brúkarin hevur brúk fyri?? – Livst so spyrst!!
Helgi Abrahamsen skrivar: "Vit brúka tonsavís av brennievni at flyta okkum aftur og fram eftir longum vegastrekkjum tí vit hava eitt bústaðarmynstur sum ikki hóskar seg til nútíðarsamfelagið......"
Eg má spyrja teg, Helgi - er nøkur sparing í brennievni (í hesum CO2 tíðum) at allir norðoyingar og eysturoyingar, streymoyingar og vágamenn – skulu koyra til Havnar – ístaðin fyri at kommunlæknar kring landið - sum enntá fáa løn fyri at sova við eini bak-vakt-telefon á náttborðinum- verða vaktir og koyra til sjúklingin fyri somu løn, sum teir í dag sova fyri?? – Kanska tú Helgi veist at svara hesum?? Eg havi roynt at spurgt á rætta stað - men eingin vildi svara hesum.
Helgi Abrahamsen skrivar: "....Eg mæli ikki til at reka fólk úr bygdum, men eg kenni meg sannførdan um, at vit megna ikki at veita teimum tær tænastur, sum vit nútíðarmenniskja krevur...."
Nú mást tú endiliga ikki halda at tú hevur uppfunnið hetta við at tað er bíligast um øll búgva í meginøkinum. Hetta er eitt hugtak sum lokalpolitikarar í meginøkinum hava tosað um í umleið eina øld, og tú ert skjótur at taka við læru!
Men eingin av hesum lokalpolitikarum duga at svara, hví tað er so ótrúliga langt úr miðøkinum út til økini, sum liggja í føroyska útjaðaranum. Orsøkin kann ikki verða landafrøðilig, tí vit búgva í einum av heimsins minstu londum, men heldur tann nalvaskoðan sum vit hvønn dag síggja og hoyra frá politikarum úr miðøkinum.
Annars takk fyri at tú tímur at skriva um evnið – sum eingin í løgtinginum longur sýnir áhuga fyri!