Tað mundi neyvan koma óvart á flestu av okkum, at Williambrunnurin var turrur. Bíðitíðin gjørdist dekan ov drúgv. Tað líkasum lá í luftini, at her fór ikki at spyrjast tað stóra burtur úr. Fyri tað fyrsta boðaði BP longu frá undan boringini, at her var bert 10% møguleiki at finna nakað. Harnæst varð sett á at bora í ringastu árstíð og vita vit, at veðrið tarnaði arbeiðinum nógv.
Tá brunnar verða boraðir í nýggjum og ókendum øki verða data/upplýsingarnir, ið fáast til vega, oftani eisini brúktir av øllum teimum feløgunum, sum ætla sær at bora í framtíðini. Hesir verða tá kallaðir referansubrunnar. Vitanin, sum fæst sjálvt frá turrum brunnum, er oftani eisini av stórum týdningi fyri myndugleikarnar, eitt nú tá nýggj øki skulu bjóðast út til leiting.
Stórur spenningur
Tað var tí við stórum spenningi at fylgt varð við, tá BP fór undir boringina og sum tað eisini gjørdi vart við undan boringini – fór at bora niður á 4.750 metra dýpi.
Men tað løgna ella merkisverda hendi, at BP gavst at bora nærum 1.500 metrar longur uppi, nevniliga á 3.350 metrum. At brunnurin var turrur var sjálvandi eitt vónbrot. Men at tað ikki bleiv borað longur niður kom óvart á mong. Munnu ikki hini oljufeløgini, sum hava ætlanir um at bora á landgrunninum, kenna hetta sum ein stóran miss – als ikki at kunna fáa upplýsingar um djúpari løgini, har tey kanska eisini sjálvi skulu til at bora!
Tí er eisini bæði rætt og náttúrligt at spyrja: hvat hevur Williambrunnurin fyri tað fyrsta givið luttakandi oljufeløgunum av vitan og data, og hvat kunnu vit rokna við, at hann fer at geva myndugleikum og øðrum oljufeløgum av vitan og data.
Stóri spurningurin er: Hvat kunnu vit brúka henda sætta brunnin til?
Nú vita vit ikki, hvørjar upplýsingar BP hevur fingið, og helst er felagið ikki liðugt við at evaluera boringina. Vit vita tí heldur ikki, um data frá boringini kunnu koma væl við hjá øðrum, sum ætla at bora á landgrunninum í framtíðini. Men eitt vita vit við vissu, og tað er, at vit fara ikki at fáa nakrar upplýsingar um jarðløgini niðanfyri 3.350 metrar, sum annars sæð varð fram til.
Alt hetta fær okkum at spyrja, hví føroyskir oljumyndugleikar hava gingið við til, at brunnurin ”bara” skuldi borast niður á 3.350 metrar og ikki niður á 4.750 metrar, sum hevur verið uppá tal. Kann hetta koma at skaða leitingina í framtíðini?
Torfør uppgáva
Vit eru fullgreið yvir, at BP og hini feløgini í verkætlanini hava ikki havt nakra lætta uppgávu at skulu bora á hávetri. Hetta var tó teirra avgerð. Ætlanin var upprunaliga at byrja boringina á sumri, men m.a. ringt veður og trupulleikar á staðnum, har boripallurin arbeiddi frammanundan, varð orsøkin til, at hetta bleiv so nógv seinkað. Hinvegin kundi verið spurt, hví tað var so umráðandi at fara undir boringina í ringastu vetrartíð. Kundi BP ikki bara havt bíðað til summarið kom? Fyristøðufelagið BP hevur úttalað, at tað hevði ein pall tøkan og skuldi tað siga hann frá sær fyri at bíða við boringini til á sumri í ár, so hevði verið trupult at fingið ein nýggjan pall til at bora nú.
Hetta er so nakað, sum føroyskir oljumyndugleikar hava góðtikið. Men um somu tíð sum sett er út í kortið til at bora á vetrartíð og við váðanum fyri at kunna missa nógvar boridagar, tá er eitt sindur óskiljandi, at Jarðfeingi eftir øllum at døma hevur gingið við til at lata BP fáa í sáttmálan ein møguligan klausul um hægsta dagatal. Hetta vita vit ikki við vissu, men okkurt kundi bent á, at BP hevur fingið góðkenning frá okkara myndugleikum at gevast við boringini eftir ávíst dagatal. Um hetta er so, tá er hetta nakað nýtt í føroyskari oljuleiting. Fyrr hevur altið verið kravt av feløgunum, at tey skuldu bora niður á ávíst dýpi. Hví Jarðfeingi møguliga hevur broytt krøvini frá dýpi til dagatal ella gjørt eina kombinatión av hesum báðum er rættiliga óskiljandi, serstakliga tá ein helst eigur at taka hædd fyri drúgvari boritíð á vetri.
Týdning fyri komandi leiting
Hví seta hesar spurningar, nú boringin er liðug, vil onkur spyrja. Svarið er, at hetta hevur týdning fyri komandi leitiboringar. Fer henda møguliga nýggja mannagongdin at gera avtalur við oljufeløg um dagatal og ikki bara dýpi eisini at verða galdandi fyri komandi boringar! ENI stendur fyri tørni, og fer felagið at seta somu krøv/ynski sum BP?
Tað er spell fyri víðari leiting, at BP ikki boraði longur niður, nú BP og Shell fingu eina avtalu við Jarðfeingi um at bora ein brunn ístaðin fyri tveir, ið feløgini høvdu bundið seg til í loyvinum frá 2000. Serstakliga tá vit vita, at hesir upprunaligu tveir brunnarnir ella í hvussu er ein teirra skuldi borast niður á umleið 5000 metrar. Tá hesir so verða til ein brunn inni á basaltinum, og tað ”bara” verður borað niður á 3.350 metrar, so stingur spurningurin til føroysku myndugleikarnar seg upp: hví bant Jarðfeingi ikki BP og Shell til at bora djúpri?
Sjálvandi kunnu vera aðrar orsøkir til hetta, sum vit ikki kenna. T.d. at alt gekk galið, og at boringin tí ikki kundi halda fram? Um so er, átti Jarðfeingi so ikki at sagt frá hesum! Vit hava so eisini skilt, at feløgini vórðu ikki samd um at bora longur niður. Tað er so heldur ikki ókent frá undanfarnum boringum, eitt nú Marjunbrunninum hjá Hess. Spurningurin er so, um og hvussu slík ”ósemja” millum feløgini kann hava ávirkað avgerðina ikki at bora longur niður. Men her er tað aftur spurningurin um á hvønn hátt Jarðfeingi hevur tryggjað sær at fáa optimalt burtur úr eini endurnýggjari avtalu, har feløgini sluppu avstað við at bora ein brunn ístaðin fyri tveir sambart upprunaligu avtaluni. Spurningurin er: hevur Jarðfeingi gjørt sítt heimaarbeiði gott nokk!
Opinleiki
Samanumtikið: At Williambrunnurin var turrur var sjálvandi eitt vónbrot fyri øll. Ikki minst fyri luttakandi feløgini, sum máttu djúpt niður í lumman. Men enn eitt vónbrot var tað, at tað ikki varð borað longur niður, soleiðis at møgulig týðandi data – fyri ikki at siga eitt oljufund – kundi verið spurt burtur úr.
Tá hetta er sagt, so eiga vit kortini at fegnast um, at BP ikki koyrdi betong í brunnin men setti propp í holið, soleiðis at onnur oljufeløg hava møguleika at halda fram við boringini. Hetta kunnu føroyskir myndugleikar so bara fegnast um, tí hetta kann gerast týðandi agn í víðari royndunum at fáa marknaðarført framtíðar leiting. Jarðfeingi hevur longu meldað út, at áhugi er hjá fleiri feløgum at halda fram, har BP gavst. Spennandi at fáa meira ítøkiligt at vita um hetta.
Vónandi fara okkara oljumyndugleikar at kunna almenningin um allan sannleikan um Williambrunnin – hví borað ikki varð niður á 4.750 metrar, sum BP sjálvt legði út við á eitt nú Oljutinginum á Hotel Føroyum seinasta heyst.
Hóast tað kanska ikki altíð er lætt at almannakunngera smálutir í sáttmálum millum myndugleikar og oljufeløg, so er spurningurin kortini, um ikki Jarðfeingi átti at spælt við meira opnum kortum. Higartil hava føroyskir oljumyndugleikar gjørt eitt stórt og gott arbeiði. Spell um henda hepna gongd er broytt.









