Í gjár skrivaðu vit um eitt harðskapsmál í einum parlagi í miðøkinum, og her var talan um eina hending kvøldið fyri - ella mánakvøldið.
- Tá vit komu á staðið, gjørdist tað rættiliga greitt, at talan var um eitt harðskapsmál, segði vaktleiðarin í gjár.
Annar parturin var tikin við í brummuna, og báðir partar vórðu kannaðir hjá lækna .
- Í slíkum føri verður tann, sum hevur verið fyri harðskapi, sendur til kanningar og tann, sum er skuldsettur fyri at hava framt harðskapin, verður eisini sendur til kanningar.
Møguligir skaðar hjá tí, sum hevur verið fyri harðskapi, skulu staðfestast, og tað er neyðugt, at tann, sum hevur framt harðskapin, eisini verður kannaður.
Málið, sum varð umrøtt í gjár, var eitt harðskapsmál við persónsskaða, sum vaktleiðarin tók til, og lagt varð aftrat, at rúsdrekka var uppi í.
Aftur í morgun visti vaktleiðarin at siga frá enn einum harðskapsmál, sum hendi seinnapartin í gjár, tá løgreglan fekk boð um húsaófrið, og eisini her var rúsdrekka uppi í.
Eisini her varð hin ágangandi parturin tikin við á løgreglustøðina og lagdur í brummuna og hin parturin, sum hevði verið fyri harðskapi, fór til lækna at fáa staðfest møguligar skaðar.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tann parturin, sum framdi harðskapin í hendingini í gjár, verður skuldsettur í málinum.
Spurningurin er so, hvussu hetta mál verður loyst heima, har partarnir annars búgva, tí tey kunnu neyvan verða undir sama taki aftur fyribils.