Húsaófriður í Havn í nátt

Ungur maður mátti í sova í arrestini í nátt

Løgreglan hevur ikki havt stórt at gera í nátt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

 

Tó so, ein túr mátti eitt varðlið hjá løgregluni, tá ein fráboðan kom um húsaófrið í Havnini. Talan var um ein ungan mann, sum østi seg so, at løgreglan varð boðsend.

- Hann varð handtikin og slapp so at sova í varðhaldinum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

 

Maðurin varð leyslatin í morgun og fær eina bót fyri húsaófrið við sær.