Huntley bukaður í fongslinum

Bretska blaðið The Sun veit at siga, at Ian Huntley, sum myrdi tær báðar smágenturnar Holly Wells og Jessicu Chapman, varð illa bukaður í fongslinum í summar. Tilburðurin skal hava verið í juli, men almenningurin hevur ikki frætt um hann fyrr enn nú.

Maðurin, sum leyp á Ian Huntley, eitur Daniel Neil. Hann skal hava greitt frá, at hann sá foreldrini hjá teimum báðum smágentunum í sjónvarpinum, og at hann svór at hevna tær, skuldi tað borið so á, at hann nakrantíð fór at møta drápsmanni teirra. Daniel Neil situr Wakefield-fongslinum dømdur fyri neyðtøku, og Ian Huntley situr eisini har.

-Tá eg møtti hon ein dagin í juli, misti eg tamarhaldið á mær sjálvum og leyp á hann, skal Daniel Neil hava sagt einari nevnd, sum kannaði tilburðin. Sambært The Sun hava aðrir fangar eisini gjørt seg inn á Ian Huntley. Eitt nú skal onkur hava stoytt kókandi heitt vatn á hann.

Mamma Ian Huntley, Lynda Nixon, mælti fyri tveimum árum síðani myndugleikunum til at avrætta sonin fyri tað, sum hann hevði gjørt.