Hollendski Klaas Jan Huntelaar skeyt um vikuskiftið sítt fyrsta mál fyri Real Madrid. Hollendski áleyparin hevur havt tað trupult, síðani hann um ársskiftið flutti til kongaliga spanska felagið, men eftir 35 minuttum av dystinum móti Gijon bragdaði loksins. Real Madrid vann dystin 4-0, og minkaðu teir soleiðis um munin upp til Barcelona, sum spældi 2-2 javnleik móti Betis.










