Hungursneyð hóttir Norðurkorea

Illveður og óvanliga nógv regn hevur oyðilagt ein stóran part av grøðini í Norðurkorea, og hjálparfelagsskapir ávara nú um vandan fyri hungursneyð

Almenna norðurkoreanska tíðindastovan KCNA skrivaði í gjár, at tað regnaði óvanliga illa nógvastaðni í landinum seinasta vikuskiftið og mánadagin. Serliga nógv regn er komið niður í Kangwoon-landspartinum. Í veruleikanum hevur tað verið samregn har alla ta seinastu vikuna, og sambært KCNA hava veðurmenninir mált avfallið til 322 millimetrar í Kangwoon hesa vikuna.

KCNA sigur, at tað nógva avfallið hevur gjørt landbúnaðinum ómetaliga stóran skaða, og at tað bøtir ikki um livikorini hjá fólkinum, sum er vánalig frammanundan. Norðmaðurin Terje Lysholm, sum er samskipari hjá Reyða Krossi í Norðurkorea, sigur við NTB, at norðurkoreanar hava ikki loyst trupulleikarnar av vatnflóðini, sum herjaði landið í fjør, og sum var tann ringasta í 30 ár. Terje Lysholm sigur við norsku tíðindastovuna NTB, at er vandi fyri matvørukreppu í Norðurkorea í næstum.

 

Stórur tørvur

Norðurkorea megnar ikki at útvega fólkinum, sum telur 23 milliónir, nóg mikið til matna. Fyrr fekk landið mat og aðrar neyðsynjarvørur úr Sovjetsamveldinum, og í seinastuni hevur grannalandið Suðurkorea sent rís norður um markið. Men sambært ST er støðan kortini álvarssom, og serliga illa stendur til í landnyrðingspartinum av landinum.

-Støðan er sera álvarssom, og tað eru fólk, sum líða, sigur Jean-Pierre de Margerie hjá ST-matvørustovninum WFP. Fyri nøkrum døgum síðani bað WFP altjóða samfelagið um einar 100 milliónir krónur, so stovnurin kann víðka síni hjálpartiltøk í Norðurkorea.

Sambært WFP hava umleið 6,4 milliónir ov lítið til matna.