Tað er ikki bara tann dagligi túrurin við hundinum, sum ger gott, tí nýggj gransking vísir eisini, at tann, sum hevur hund, er í minni vanda fyri at fáa strongd enn hini.
Rætt skal vera rætt. Tað er ikki fyrstu ferð, at kanningar eru komnar til ta niðurstøðu, at tað er gott fyri fólk at hava hund. Men í einari nýggjari frágreiðing kenna granskarar hjá amerikanska hjartafelagnum seg so sannførdar, at teir tora at koma við einum almennum tilmæli: Fá tær hund, og tú ert í munandi minni vanda fyri at fáa hjartasjúkur.
Teir amerikonsku granskararnir siga, at tann dagligi túrurin við hundinum stóran týdning, men teir vísa eisini á tað sterka sambandið millum hundin og eigaran. Bara tað, at hundurin er saman við eigaranum, doyvir kenslurnar, sum eru knýttar at strongd, og gevur betri hjartarútmu.
Granskararnir ásanna, at kanska er tað so, at tað ofta eru fólk við góðari heilsu, sum fáa sær hund, men teir siga, at tað eru fleiri greiðar ábendingar um, at húsdjór eru viðvirkandi til at avmarka vandan fyri hjartasjúkum.
At fólk kunnu fáa gagn av at vera saman við hundi og øðrum húsdjórum er ikki nakað nýtt. Longu í 17. øld brúktu sjúkrahúsini hundar til at menna ta sosialu tilveruna hjá teimum sálarsjúku, og aftan á bumbuatsóknina í Boston herfyri vórðu servandir hundar brúktir til at ugga fólk.