Hundasýning í Badmintonhøllini

Í morgin verður stór hundaframsýning í Badmintonhøllini í Havn

 

 

Hundaeigarafelag Føroya, HUFF, hevur seinnu árini skipað fyri hundasýning, og útgávan anno 2015 verður í morgin á Hálsi í Havn.

 

Dómari í kappingini verður Hanne Laine Jensen, sum er altjoða góðkendur dómari.

 

Bæði hundar og førarar verða býtt í bólkar. Fyri hindarnir er talan um tríggjar bólkar fyri hvølpar, tríggjar fyri vaksnar hundar og ein bólk fyri veteranar, sum eru hundar yvir átta ára aldur.

 

Eisini er talan um barnakapping, sum er fyri børn undir 17 ár. Her verður hugt eftir, hvussu hundurin verður sýndur fram og ikki eftir góðskuni á sjálvm hundinum

 

Tað er krav, at luttakandi hundarnir hava FCI-góðkenda ættartalvu.

 

Framsýningin opnar klokkan 9, og sjálv dømingin byrjar klokkan 10.