Hundarnir tykjast hava betri rættindi á vegnum, enn børnini hava. Soleiðis má lógin skiljast, sigur Regin Jespersen, sýslumaður í Vágum. Hann harmast um, at ov lítið skil er á hundahaldi í oynni.
Leysir hundar eru ein trupulleiki víða um landið. Um dagarnar var ein søga at síggja í Sosialinum um ein smádrong, sum varð illa bitin av einum hundi. Og tað er ikki nakað eindømi heldur. Tað hendir alt ov ofta, at bæði fólk og fæ verða skambitin av leysum hundum.
Og eisini á annan hát kunnu leysir hundar vera orsøk til óhapp, sum væl kunnu enda í reinum vanlukkum.
Fyri stuttum var ein leysur hundur í Miðvági orsøk til eitt ferðsluóhapp, sum lættliga kundi endað verri, enn tað gjørdi, um illa vildi til.
Tvær motorsúkklur komu koyrandi gjøgnum bygdina, og møttu einum bili, sum kom í mótgangandi breyt. Knappliga er ein leysur hundur fyri bilinum, sum bremsar. Tann fremra motorsúkklan bremsaði eisini, men tann aftara kláraði hvørki at bremsa ella koyra rundan um hina, so tær bóru saman og koppaðu.
Førarin á aðrari motorsúkkluni varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men slapp tíbetur frá óhappinum uttan mein, greiðir sýslumaðurin frá.
Men hatta er bara eitt dømi av fleiri, siga fólk í Miðvági, sum ilskast almikið inn á hesar leysu hudnarnar, sum dag og daglia strúka um geilarnar.
?Tað er so galið, at børnini aftra seg við at fara út, sigur ein kelda við Sosialin. Tey tora snøgt sagt ikki at ganga eftir ávísum vegastrekkjum í Miðvági, sigur hon. Tey verða umgyrd av trimum-fýra leysum hundum, sum nálgast uppi á teimum. Og eingin veit, hvør endin kann verða. Gerast børnini bangin og gera eitthvørt óvæntað, kann hundurin eisini gerast bangin, og so bítur hann.
Hundarnir góð rættindi
Sýslumaðurin í Vágum, Regin Jespersen, ásannar trupulleikan og sigur, at hann er ikki so lættur at loysa, sum ein kundi hidlið. Tað er lógarverkið, sum er soleiðis háttað, at tað viðhvørt kann tykjast bæði trupult og undarligt.
?Tú kanst skjóta ein hund, um tú kemur fram á hann, meðan hann er í ferð við at bíta ein seyð, sigur sýslumaðurin. Men tað ber ikki til, um tað er eitt fólk, hundurin er í ferð við at bíta, sigur hann.
Hví tað er so, dugir hann ikki at greina nærri, men soleiðis er lógarreglan, sigur hann.
Og tað ber ikki til at fara eftir einum hundi, tú hevur sæð gera seg inn á annaðhvørt heiði ella kristi, og uttan víðari skjóta hann, tá tað eydnast at fáa hendur á hann. Tað skal meldast til løgregluna, sum saman við boðunum eisini skal fáa at vita, hvør eigur hendan góða hund.
Eisini her er tað so, at hundarnir hava betri rættindi enn fólk. Tí taka vit til dømis ein persón, sum verður meldaður fyri at koyra rúsdrekkaávirkaður, kann hann ákærast fyri hetta, um hann verður funnin ávirkaður eitt heilt sjóvarfall eftir, at hendingin skal vera farin fram.
Tungt at loysa
Lokalt tykist málið um leysgangandi hundar í Vágum eitt sindur trupult at loysa, sigur sýslumaðurin.
Avgjørt er fyrr at seta ein kommunalan hundafangara. Bæði í Miðvági og Sandavági, eins og tað eisini hevur verið frammi í Sørvági.
Men tað sær út til, at hetta er eitt yrki, sum eingin líkasum hevur hug at taka á seg.
?Tað kundi verið líkt til at her eru fólk bangin fyri at koma at ganga onkrum ov nær, og tað vilja tey helst sleppa undan, heldur Regin Jespersen, sýslumaður.
Og sama skilið er, um fólk síggja ein hund ger eitthvørt. Tey eru ikki serliga hugað at siga løgregluni frá, sum gerast skal, um ein leysur hundur ger eitthvørt ólógligt.
Hinvegin ásannar sýslumaðurin eisini, at tað viðhvørt kann vera trupult at finna eigaran, um løgreglan ikki kennir hundarnar. Tí tað eru verri enn so allir, sum ganga við hundatekini, sum eisini eigur at vera. Háost tað, at hundurin eigur at vera bundin, ella at eigarin eigur at hava fult ræði á honum.
Fleiri og fleiri sanna tað, sum ein bygdarráðslimur í eini minni kommunu í landinum segði á almennum fundi herfyri:
? Hjá okkum er tað nú soleiðis vorðið, at høsn og hundar, seyður og ross og alt slíkt hevur loyvi at ganga leyst og skíta og tíggja sær, sum tey vilja. Tað eru bara børnini, sum eru innihegnað.