Hundalív í Norðoyggjum

Bæði í Kunoyar kommunu og Hvannasunds kommunu heita tey á hundaeigarar um at hava hundarnar í bandi á almennum vegi og fríøkjum.

 

 

 

Bæði í Kunoyar kommunu og Hvannasunds kommunu heita tey nú á hundeigarar um at hava hundarnar í bandi, soleiðis sum ásett er í løgtingslóg um hundar.

 

- Vit fáa javnan áheitan frá borgarum úr báðum bygdum um trupuleikar við leysgangandi hundum, og at hundaeigarar ikki taka upp eftir hundunum.

 

Tað siga tey í Kunoyar kommunu, og bygdirnar í kommununi eru Kunoy og Haraldsund.

 

- Ikki er loyvt at hava hund gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt ella øki, sum eru opin fyri vanligari ferðslu - uttan so, at hundurin er í bandi ella er við fólki, sum hevur fult ræði á honum.

 

Í Kunoyar kommunu vísa tey á, at hundur kann ikki sigast at hava ein leiðara - bert tí, hann er undir eftirliti frá ánarans húsum ella vinnustaði.

 

- Verður hundur havdur í bandi, skal bandið vera so stutt, at leiðarin hevur hann tætt at sær. Vit heita á hundaeigarar um at hava hundin í bandi og taka upp eftir honum, verður lagt aftrat.

 

Um dagarnar mintu tey í Hvannasunds kommunu eisini hundaeigarar á at hava hundarnar í bandi á almennum vegum og fríøkjum.