Hummaramálið í rættin

Málið um djórapínsluna hjá Georg L. Petersen, tá ið hann át ein livandi hummara, varð viðgjørt í Føroya Rætti í dag. Verji og ákæri eru ósamd um, hvørt danskir ella føroyskir serfrøðingar skulu takast við uppá ráð

Er munur á føroyskari og danskari djórapínslu? Hetta tykist vera stríðsmálið millum ákæruvald og verjar í rættarmálinum um ein hummara, sum varð etin livandi av einum djørvum, ella svongum, føroyskum blaðmanni fyri tveimum árum síðani. Blaðmaðurin Georg L. Petersen og makkarin, Kalmar Lindenskov, sum tók myndir, eru nú báðir ákærdir fyri djórapínslu, eftir at hava greitt frá hendingini í Dimmalætting aftaná. Hetta var í sambandi við fiskivinnustevnuna Atlantic Fish Fair í 2005, har tað millum annað varð borðreitt við forkunnugum mati úr sjónum.


Fekk hummarin ilt?

Nú er tað soleiðis, at tað ber ikki so væl til at spyrja hummaran um hann fekk ilt, tá blaðmaðurin át hann. Ella, sum hann málbar seg í reportaguni: Flusti skalið av halanum, stroyddi salt og sitróndropar yvir, fyri til endans at læsa tenninar í spraklandi livandi hummaran.

Og tað er júst hetta við at staðfesta um talan var um djórapínslu, sum nú skilur ákæran og verjarnar. Á fyrireikandi rættarfundinum í dag var ósemja millum verjarnar Jógvan Elias Winther Poulsen og Jógvan Páll Lassen, og ákæran, Lindu Hesselberg, um hvørt tað skulu vera danskir ella føroyskir serfrøðingar, sum skulu gera av, um hummari er djór á lágum støði, sum sniglar og onnur skriðdjór.


Ógegni serfrøði

Ákæruvaldið hevði fingið ummæli frá Det Veterinære Sundhedsråd, sum staðfestir, at hummari hevur sáran stert og fær nógva pínu, tá ið bitið verður í hann eftir at salt og sitrón eru stroydd á. Eisini vildi Det Veterinære Sundhedsråd vera við, at djóraverndarlógin var brotin, umframt at talan var um grova og ábyrgdarleysa viðferð.

Tað var júst hetta síðsta, at Det Veterinære Sundhedsråd tekur støðu til skuldarspurningin, sum fekk verjarnar at ressast við. Jógvan Elias Winther Poulsen metti tí ikki, at Det Veterinær Sundhedsråd var óheft í málinum. Harumframt mettu verjarnir, at vit hava skikkaða serfrøði her á landi, sum kann takast við uppá ráð, og sum eisini kennir til føroysk viðurskifti, mentan og matarvanar.

Ákærin, harafturímóti, metti tað als ongan týdning hava, um føroyingar hava hesa ella hasa mentanina, tí, sum hon segði, talan er um brot á djóraverndarlógina, sum hummari eisini er fevndur um.

- Hetta hevur onki sum helst við føroysk viðurskifti at gera, segði hon.


Samanbar við ál

Linda Hesselberg byrjaði annars rættarfundin við at vísa til ársfrágreiðingar frá Det Veterinære Sundhedsråd, har úrskurðir eru frá øðrum líknandi málum. Eitt nú hevur ráðið tikið støðu í einum máli um, hvørs tað er djórapínsla at taka burtur slímið av einum áli. Ella um tað er djórapínsla at frysta ein livandi ál í einum kummufrystara.

- Hesar niðurstøður fara at verða nýttar í dómsviðgerðina framyvir, staðfesti Linda Hesselberg.


Prinsippmál

- Hetta er eitt prinsipielt mál. Bæði tá hugsað verður um, hvussu vit handfara djór sum heild her á landi. Eitt nú í sambandi við at brúka livandi agn og at fiska við húki, segði verjin, Jógvan Páll Lassen, aftaná rættarfundin. Hann segði eisini, at verða teir ákærdu dømdir í málinum, so endar tað í landsrættinum.

- Hetta er ikki bara eitt prinsipielt mál í mun til djórapínslu og føroyska mentan, men sanniliga eisini eitt prinsipielt mál sæð frá einum journalistiskum sjónarhorni, segði Georg L. Petersen, aftaná rættarfundin.

Eisini sigur hann, at tað vóru fleiri, sum ótu livandi hummara á Fish Fair.

- Tað hoyrdu Kalmar og eg um, og valdu at vitja Orca í Kollafirði, sum hevði básin við livandi hummarum á fiskivinnustevnuni. Har á virkinum fingu vit millum annað bjóðað livandi hummara, umframt alskins aðrar hummararættir, sum smakkðu nógv betur, sigur Georg L. Petersen.


--


Brot úr greinini í Dimmalætting hjá Georg L. Petersen 25. mai 2005


Ein spraklandi hummari millum tenninar


Útflutningur: Fyrst skal skalið flisast av hummarahalanum, salt stroyðast á og citróndropar dryppast oman yvir. Og so skulu tenninar setast í ein spraklandi livandi hummara. Við løgmanni á odda smakkaðu fleiri hundrað fólk henda rætt á fiskivinnutevnuni herfyri. Italienar elska hetta - blaðmaðurin og myndamaðurin hjá Dimmalætting gera tað neyvan aftur..