- Bert trý línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum í løtuni. Tey koma væntandi inn at landa seinast í vikuni sum kemur. Skipini hava mest av toski og nakað av hýsu, brosmu og longu.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri línuskip fara út um vikuskiftið.
- Trý frystilínuskip, sum fiska á Flemish Kap, hava landað í Saint Pierre í Ný Foundlandi. Tey gera ein túr aftrat, og tá koma tey heim við fiskinum.
Frystilínuskipini á Flemish Kap eru Eivind, Kambur og Klakkur.
Eitt línuskip er ávegis yvir á Flemish Kap. Tað er Váðasteinur. Hetta verður annar túrurin hjá skipinum har yviri. Váðasteinur, sum ísar fiskin umborð, hevur nýliga lagt eina stóra last upp á Toftum.
Um útróður veit Fiskamarknaður Føroya at siga, at streymurin verður góður, og veðrið verður helst eisini brúkiligt.
- So, helst verður nakað av útróðri í vikuni sum kemur. Útróðrarbátarnir fiska so at siga bara tosk og hýsu, verður lagt aftrat.