Í sera vørkum kørmum vórðu mongu hegnisligu, vøkru og snotiligu listaverkini í teimum mongu lærugreinum sýnd fram í Skúlanum við Ósánna dýrabiðidag.
Erik Biskupstøð, leiðarin av kvøldskúlaskipanini, sigur, at talan er um fleiri enn 1000 næmingar, har eini 200 av teimum hava gingið í Handarbeiðsskúlanum, sum hava verið við í kvøldskúlaundirvísingini hjá Klaksvíkar kommunu.
Á skúlatalvuni standa meir enn 100 ymiskar lærugreinar, so ikki kann sigast annað enn, at tilboðini eru nógv og góð og at tey eisini eru væl vitjað.
Listaframsýning, myndaframsýnig, matframsýning, handarbeiði, hornarbeiði, tónleikur, dansur og hópin av øðrum varð sýnt fram og úrslitini tala fyri seg sera hegnisliga og listarliga væl úr hondum greitt handverk og øllum økum.
Tað var ikki frítt, at hin altíð so lítilætni Erik var eitt sindur errin hesum mongu næmingaavrikunum Og tað hevur hann alla grundir til at vera! Talan er av sonnum stórt væla verk frá øllum síðum leiðari, lærarum og næmingum.
Myndirnar tók Dávur Winther