Tjóðveldi bjóðar seg fram til fólkatingið, at umboða tey mest víðgongdu loysingarsjónarmiðini úr Føroyum.
Fólkaflokkurin við løgmanni á odda á fólkatingi, fer at standa øksl móti øksl við loysingarlandstýrið í Føroyum. Hetta eru sera greið signal frá hesum báðum flokkum, tað má sigast.
Tað hevur eydnast hesum somu flokkum, grundiga at brenna brúgvar og forpesta viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark, seinastu skjótt farnu fýra árini.
Tað hevur eisini eydnast sama landstýri í bestu inniløguárum í Føroyum nakrantíð, at leggja fram fíggjarlóg sum fer at geva eitt dundrandi hall fyri komandi ári.
Høvuðsorsøkin til støðuna eru óforsvarligar yvirtøkur fyri umleið 400 mió. kr. og ein ótálma hækking av rakstrinum av samfelagnum. Kann nakar við sínum fullu fimm hava álit á slíkum umboðum?
Hugsi tykkum signalvirðið, um føroyingar nú senda hesar flokkar at umboða okkum á fólktingi. Hugsi tykkum tann óbótaliga skaða tað fer at hava fyri allar føroyingar. Tað má ikki henda, at fólkatingsessirnir verða umboðaðir av loysingarumboðum hvørs fremsta uppgáva er at loysa.
At byggja uppaftur álitið
Størsta uppgávan hjá einum sambandsumboði verður, at fáa viðurskiftini landana millum at virka aftur, at skapa forstáðilsi fyri- og fáa gongd aftur á málini á felagsøkjunum, sum eru misrøkt ella heilt steðgaði upp. Eisini má sambandsumboðið virka fyri at skapa álit aftur partana millum.
Tað er so ómetaliga týdnigarmikið, at umboð við hjartanum á røttum stað verða vald í fólkatingið.
Vit í Sambandsflokkinum fara at umboða tey í Føroyum, sum hava nógv størri visiónir enn loysing og fullveldi rúma. Vit í Sambandsflokkinum fara at umboða teir føroyingar sum ígjøgnum ríkisfelagsskapin vilja hava allan alltjóða pallin at virka á.
Lati okkum føroyingar mansterkar geva heiminum hesi signalini ístaðin. - At tey í Føroyum sum hava størstu hugsjónirnar og breiðastu visiónirnar standa saman til fólkatingsvalið.










