Hugsa meir um vætu enn H1N1

HB kom til Kýpros í nátt, men har hava tey í ferðalagnum einki merkt til, at fleiri tilburðir við H1N1 eru staðfestir har. – Við allari virðing fyri kríminum, so er ógvusligi hitin ein størri trupulleiki hjá okkum, sigur Steinfinnur Mittelstein, stjóri í Havnar Fótbólti

Ferðalagið hjá HB lendi á Kýpros klokkan trý í nátt.

– Men vit hava ikki sæð fólk við hvítum maskum ella nakað líknandi, ið gevur tekin um, at vandi er á ferð. Hvørki á flogvøllinum ella aðrastaðni, vit hava ferðast, sigur Steinfinnur Mittelstein, stjóri í P/F Havnar Fótbóltur.

Eftir at fjølmiðlar hava skrivað, at millum annað Anders Jochumsen, sum hevur spælt undir Toda Jónsson í FC Amager, og enski landsliðsleikarin Micah Richards hava fingið staðfest H1N1-virus, eftir at hava hildið summarfrí á Kýpros, setti HB seg í samband við lækna.

– Men har er eingin koppseting í móti kríminum sum er, so vit taka tey fyrivarni, vit kunna. Vit halda okkum burtur frá strondini, har smittuvandin sigst vera størstur, umframt at vit raðfesta reinføri høgt, greiðir Steinfinnur Mittelstein frá.

Hann vísir síðani á, at tað er avmarkað, hvussu nógv føroyska ferðalagið kemur í samband við onnur fólk, tí teir fyri tað mesta eru á hotellinum ella venja.


Long ferð til Kýpros

Ferðalagið úr Havn fór úr Føroyum tíðliga mánamorgunin. Teir steðgaðu nakrar tímar í Keypmannahavn, áðrenn teir flugu til Prag í Kekkia, fyri síðani at seta kósina móti Kýpros.

– Vit vóru tó á vøllinum klokkan tíggju í morgun og vandu, og so venja vit aftur í kvøld, so leikararnir eru komnir í gongd aftur, eftir at hava ferðast í nærum eitt lítið døgn.


Ógvusligur hiti

Tað er tó ikki bara sum at siga tað at venja hjá teimum. Hóast umstøðurnar eru frágera góðar, so er hitin ræðuligur. – Tað eru omanfyri 30 hitastig í dag, og tað verður ikki kaldari í morgin, so vit hava ein stranga plan um, hvussu nógv skal drekkast. So við allari virðing fyri kríminum, so er ógvusligi hitin ein størri trupulleiki hjá okkum, sigur stjórin í Havnar Fótbólti á Kýpros.