Sjósavnið á Argjum verður bygt út undir øllum umstøðum. Tað staðfestir Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.
Hon staðfestir, at tað er ein sjálvsognarstovnur, sum eigur Sjósavnið á Argjum.
– Tórshavnar kommuna stuðlaði upplatingini við 844.000 krónum, og tey næstu árini stuðlaði kommunan við 400.000 krónum um árið og hesi síðsti árini hevur stuðulin verið 600.000 krónur um árið, umframt at kommunan ber kostnaðin av húsi, umvælingum og øðrum.
Harafturímóti letur Landið bara 284.000 krónur í stuðuli um árið.
Tað tekur ómetaliga langa tíð at byggja eitt tílíkt savn upp, tí her verður av álvara brotið upp úr nýggjum. Savnið er bygt burtur úr ongum av sjálvbodnum eldsálum við nógvum stríði og ongari løn.
– Endamálið við Sjósavninum var fyrst at gera eitt sjósavn fyri at fáa royndir, og síðan at menna tað so líðandi, so hvørt pengar og orka vóru til staðar.
Annika Olsen vísir á, at nú fyriliggur ein ætlan um at byggja Sjósavnið á Argjum út og hon staðfestir, at tað fer býráðið sjálvandi at stuðla
– Vit eiga ikki at gloyma, at mesta av tí serfrøði, vit eiga á hesum øki, er á sjósavninum á Argjum.
Og hon ger greitt, at Tórshavnar Býráð fer at stuðla útbyggingini á Argjum, uttan at hugsa um at onnur eisini hava ætlanir á hesum øki.
Hon sipar til, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at landið skal byggja eitt sjósavn í Klaksvík.
Les eisini: Vil hava akvarium í Klaksvík
– Vit hava ríkiligt við okkara egna og kunnu ikki taka okkum av, hvat gjørt verður aðrastaðni, sigur Annika Olsen.
Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn, heldur rætt og slætt at tað er burturvið at hugsa um at gera sjósvan í Klaksvík. Les meiri um tað Her: Hetta kann ikki takast í álvara










