VETRARTUNGLYNDI: Bindiklubbar, svimjitúrar við vinfólkum og sjokoláta eru millum tey tingini, sum hjálpa móti vetrartunglyndi. - Tað eru ein ørgrynna av natúrligum viðurskiftum, sum kunnu gera okkara sinnisstøðu betri, sigur Majbritt Olsen, sálarfrøðing við serfrøði innan kognitiva atferðarterapi.
Nú veturin nærkast í hvørjum er umráðandi at hava í huga, at sinnisstøðan hjá summum broytist í hesum myrku tíðum. Tað er frá oktobur til februar/mars, at vetrartunglyndi ger um seg. Men tað eru viðurskifti, sum vit sjálvi kunnu fremja, sum gera sinnisstøðuna betri.
Eitt av teimum viðurskiftum er at vera tilvitaður um matvanarnar.
Kanningar vísa, at í Íslandi vera lutfalsliga færri fólk rakt av tunglyndi, og ein orsøk kann vera, at íslendingar eta nógvan fisk.
- Vetrartunglyndi viðførir øktan hug til ósunnan mat við nógvu kolhydratum, og øktan hug til søtan mat. Men at eta fisk, grønmeti, frukt og annað sunt hjálpir uppá sinnisstøðuna, sigur Majbritt Olsen.
Hon vísir eisini á, at sjokoláta hjálpir, um tað verður inntikið í moderatum nøgdum.
Umframt hetta er gott at taka d-vitaminir, og at venja javnan. Men best av øllum er sosial samvera.
- Tað besta er at fáa fleiri ítriv í gerandisdagin, sum innibera sosiala samveru. Um tú skalt venja, ven so saman við vinfólkum, sigur Majbritt.
Les tema um vetrartunglyndi í Sosialinum, sum kom á gøturnar í gjár.










